Fríggjakvøldið og leygardagin verður flokstingið hjá Tjóðveldinum hildið á Gjáargarði við Gjógv
Flokstingið er hægsti myndugleiki hjá Tjóðveldinum, og er tað Eysturoyar Tjóðveldisfelag, sum hesaferð býður til tings. Á skránni eru eitt nú innkomin uppskot, formansfrágreiðing og innlegg frá landstýrisfólkum floksins.
Nú Tjóðveldið aftur er komið í landsins leiðslu, fer flokkurin á flokstinginum at stinga út í kortið.
Fríggjakvøldið er hin lógarfesti parturin á skránni við framløgdum roknskapi, vali av starvsnevnd, viðgerð av innkomnum uppskotum og atkvøðugreiðsla. Innkomin eru m. a tvey uppskot um broyting í viðtøkum floksins um uppstilling til løgtingsval, nú Føroyar eru eitt valdømi, og uppskot at samtykkja nýggja búmerki hjá flokkinum.
Leygarmorgunin klokkan níggju er formansfrágreiðingin hjá Høgna Hoydal fyrst á skránni - og síðani er orðaskifti um hana.
Eftir døgurða klokkan 13.00 fara landsstýrisfólkini at hava hvørt sítt innlegg um ætlanir og vónir til hetta samgonguskeiðið - ein tíma seinni er politiskt orðaskifti.
Allir miðlar eru bodnir við til flokstingið, og annars eru øll vælkomin á floksting hjá Tjóðveldinum, heilsar Eysturoyar Tjóðveldisfelag, sum eisini skipar fyri veitslu leygarkvøldið.