Borgarstjórin bjóðar seg fram aftur, og liðformaðurin hjá Víkingi er eitt annað av valevnunum hjá Tjóðveldinum til býráðið í Klaksvík Tjóðveldi hevur nú gjørt listan til býráðsvalið í Klaksvíkar kommunu.
Borgarstjórin Steinbjørn O. Jacobsen stillar uppaftur, og tað ger býráðslimurin Jórun Høgensen somuleiðis. Rani Nolsøe stillar ikki uppaftur.
Nýggj á listanum eru millum annað fyrrverandi landsstýrikvinnan Óluva Klettskarð og liðformaðurn á fótbóltsliðnum hjá Víkingi, Niclas Niclassen.
Valevnini eru hesi:
Esmund Jacobsen, arbeiðsmaður
Eyðun Jacobsen, borgarstjóri í Svínoy
Fríðrik Sivertsen, sjóðmaður/lesandi
Jórun Høgnesen, lærari
Karl Marius Poulsen, jarnsmiðjur
Meiken Steinberg, leiðari
Niclas Niclassen, bankamaður
Ólavur Klakk, arbeiðsmaður
Óluva Klettskarð, studentaskúlalærari
Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri