Tjóðveldi stendur til at vinna fólkatingsvalið í morgin. Fólkaflokkurin fær hitt umboðið.
Tjóðveldi og Fólkaflokkurin varðveita sínar fólkatingssessir.
Tað vísir spildurnýggj veljarakanning, sum Fynd hevur gjørt fyri Sosialin, og sum er at finna í blaðnum í kvøld.
Sambært kanningini fær Tjóðveldi 25,6 prosent av atkvøðunum. Fólkaflokkurin fær næstflestar atkvøður, 21,7 prosent, og seinna fólkatingssessin. Sambandsflokkurin fær 20,6 prosent, og Javnaðarflokkurin fær 20,1 prosent. Miðflokkurin fær 8,7 prosent av atkvøðunum, meðan Sjálvstýrisflokkurin fær 3,3 prosent.
Les meira um veljarakanningina í Sosialinum í kvøld, m.a. hvussu floksleiðararnir standa seg innanfloks.