RÆTT er, at verjumál er danskt málsøki, og at danska stjórnin kundi gera, sum hon vildi, tá hon gav NATO og amerikumonnum loyvi at leggja støðir sínar her á landi í fimti- og sekstiárunum. Danska stjórnin kundi somuleiðis leggja sektin á samtyktirnar á Føroya Løgtingi um, at Føroyar skuldu haldast uttan fyri allar hernaðarsamgongur, og at hermenn ikki skuldu vera knýttir at hesum støðum.
VIT kunnu partvíst geva formanni Tjóðveldisfloksins rætt í tí hann førir fram í Sosialinum týsdagin, men vit kunnu ikki geva honum rætt, tá hann skuldsetir føroyskar politikkarar fyri at taka undir við stjórnini, og fyri ikki at sýna ábyrgd. Formaðurin í Sambandsflokkinum segði víst, at landsstýrið hevði einki at gera við hetta málið, tí tað er danskt málsøki, men formaðurin í Javnaðarflokkinum fýltist hinvegin á, at málið ? fyrispurningurin um fundin við George Robertsson ? ikki varð lagdur fyri uttanlandsnevndina, sum skal kunnast um øll viðurskifti í fullveldistilgongdini. Tað er einki galið í tí, at landsstýrið kannar og spyr seg fyri um støðu Føroya í verjuhøpi, um vit skipa Føroyar sum fullveldisríki, men avtalaðar mannagongdir eiga at haldast.
TÁ alt hetta er sagt, skal leggjast afturat, at tað er einki annað enn margháttligt og láturligt ? hóast málið er av teimum mest álvarsomu ? tá tjóðveldismenn tosa um møguligan limaskap í Partnership for Peace. »Peace«?tað ljóðar gott, men hetta er felagsskapur undir NATO: Og øll, sum minanst aftur í seksti- ella sjeytiárini, kenna áhaldandi herrópið hjá tjóðveldismonnum »Hervaldið av landinum«. Eitt herróp, sum varð málað á garðar og veggir og mangan brúkt í blaðgreinum ? ja, mundi tað ikki breiða seg yvir fleiri teigar í Fjúrtanda viðhvørt?
VÍST broytast tíðir. Nýtt fólk kemur til. Men løgið er, at tjóðveldisfólk, sum sanniliga vóru uppi í friðararbeiðnum her á landi, nú tiga, tá Tjóðveldisflokkurin ? uttan um Løgtingið og ímóti andanum í løgtingssamtyktunum ? tosar um fund við NATO og møguligan limaskap við Partnership for Peace. Góðu tit, friðarfólk, hvar eru tit nú? Ja, summi yppa øksl og vilja vera við, at tey vóru ímóti kjarnorkudubbingini og kanska ikki so nógv ímóti Mjørkadalsstøðini. Hatta er tvætl! Almenni politikkurin hjá Tjóðveldisflokkinum var, at hervaldið skuldi av landinum. Alt annað er uttanumtos og svik. Jógvan Durhuus er, sum vituligt er, illa við og krevur at løgtingssamtyktirnar skulu virðast. Øll eru altso ikki paralyserað enn, so vón er. Víst broytast tíðir, men?