Tjóðveldi roynir seg nú sum fyrsti flokkur við politiskari valsending á sjónvarpsrásini Rás 1 hjá Televarpinum.
Sendingin er tikin upp í Studio Pegasus í Klaksvík.
Her fara ungfólk úr Norðoyggjum at seta valevnum hjá Tjóðveldinum til fólkatingsvalið kritiskar spurningar. Eisini er livandi tónleikur í studionum við Ingibjørg Hansen úr Mikladali og Rana Nolsøe - og við einum politiskum trubadouri.
- Talan er sjálvsagt um eitt eksperiment. Við teimum møguleikum og avmarkingum, sum Studio Pegasus bjóðar, royna vit henda møguleikan at bera okkara politiska boðskap fram. Og vit hava so valt at lata ungdómin sleppa framat at seta spurningar, sum liggja teimum á hjarta um føroyskan politikk og framtíðinam, sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi.
Jonhard Hammer, stjóri í Miðlavarpinum, sum hevur framleitt sendingina og sum samstarvar við Rás 1 um sendaflatuna á Rás1, sigur talan vera um spennandi roynd.
- Vit hava í eina tíð arbeitt við møguleikanum at framleiða sendingar til Rás1. Og tá Tjóðveldi sýndi áhuga fyri hesum, vóru vit sjálvandi til reiðar, sigur hann.
Sendingin verður send fýra ferðir komandi dagarnar. Leygardagin klokkan 17, sunnudagin kl. 14.30 og mánadagin kl. 17.00 og kl. 22.30