Tjóðveldi skotið Føroyar í fótin

Tyst som i graven

Tað er framvegis ongin greið ábending um hvørt Sandoyartunnilin, lívsprojektið hjá teimum báðum Knold og Tot, skal borast. Hinvegin, so eru dagligar ábendingar um, at heilsuverkið er í neyð. Har vantar fólk, leiðsla og pengar. Fyri líkasum at halda fast í ábendingum, so eru tær meira diffusar, tá talan er um skúlar og útbúgving, altso tær sum liggja uttan fyri Havnina.

Hvør var avleiðingin, um stjórin í vinnuhúsinum bleiv landsstýriskvinna í vinnumálum. Hon var jú fyrsta val til umleið kl. 17.15 tann famøsa dagin. Er ikki hugsandi, at hon segði “cut Elly” um Sandoyartunnilin og heldur setti meira av til flogvøllin í Vágum, so hann kundi gerast 1800 metrar, heldur enn 1600? Hetta hevði so endaliga punkterað utopisk projekt um alternativan flogvøll. Tað er meir enn so møguligt, at vit kunnu siga tað var spell, at hon takkaði nei. Samansetingin hevði ikki veri stórt ørvísi. Sitandi lanstýriskvinna í vinnumálum sat so bara í mentamálaráðnum.

Ábending? Jú, síðan røðuna hjá Olgu Biskopstø á Sandi 12/03 er ábendingin um, at tunnilin verður boraður, enn greiðari. Tað vil siga, at heilsuverkið framvegis skal koyrast upp á “crash based maintenance”.

Ábendingar; ongar greiðar linjur um hvat vit vilja, men tað sum liggur í luftini er, at alt avhongur av Sandoyartunnlinum.

 

Almanna- og Heilsumálaráðið tað sama sum Landssjúkrahúsið?

Tað skulu helst serfrøðingar úr útlondum til at skilja Landssjúkrahúsið frá Almanna- og Heilsumálaráðnum, men hevði tað ikki verið betur, um AHR kanska var í Runavík? Landsins politikkarar eru helst allir á einum máli um, at nærum ein og hvør vinna kann, ella skal kunna, vera á Svínoy, Sandoy ella Suðuroy. Altso, tað SKAL vera útjaðaranum lív lagað. Um so er, ber tað so ikki til hjá einum stovni sum AHR at liggja uttan fyri Havnina? Altso millum Havnina og útjaðaran. Runavíkar kommuna selur sikkurt gleðiliga stykki at byggja á. Øki sum Runavík, Vágoyggin og Klaksvík liggja millum Havnina og útjaðaran. Er tað ikki eitt stórt pluss fyri útjaðaran, at stovnar koma út í tómrúmið millum Havnina og útjaðaran at liggja? Eitt slag við pískinum, so var SSL flutt, so tað ber til.

Er tað nakar sum veit, hvørjar sergreinar vit hava grundarlag fyri í sjúkrahúsverkinum?

Tað er romantikkur, at allar sergreinir skulu hava sína deild í Føroyum, vit hava slett ikki grundarlag fyri tí. Spurningurin er, um tað ikki er vitleyst við fleiri av teimum. Tænastan er nógv betur fyri fleiri av teimum, um brúka vit og skil og fara har serkunnleikin er stórstur. Møguleikarnir fyri at menna alt heilsuverkið vera fleiri ferðir betur, um vit steðga allari víðari útbygging á LS og heldur brúka orku upp á at menna tað, sum er realistiskt fyri okkum at hava. Men hendir tað? Nei, men tað hevur sjálvandi onki við centralisering at gera. Arbeiðssetningurin hjá LS er ikki tann sami sum hjá Vatikaninum, men annars líkist.

Tær greiðastu ábendingarnar eru, at LS arbeiður við fullari kraft fyri at fáa alt at liggja á einum stað. Læknavaktin er eitt dømi. Tað at tú skalt til Havnar, um tú hevur brúk fyri læknahjálp millum 16 og 08. Er tað ikki vandamikið fyri patient, aðrar trafikkantar og so eisini føraran sjálvan? Men kanst tú ikki tað, so senda vit ein sjúkrabil úr Havn, tað tekur sikkurt framvegis bara handan famøsa tíman til Havnar. Annan vegin. Samstundis sum tað er ein stórur samfelags trupulleiki, at tað tekur hálvan tíma og ikki 20 minuttir úr Skopun til Havnar. Samanhang? Heldur ikki har. Vaskaríið koyrir upp á pumpurnar, ongin peningur til viðlíkahald. Hví er tað nú, at vit bara hava eitt vaskarí?

Tað sum so er enn meir óhugnaligt er, at allir politiskir flokkar eru við upp á tað, sum LS er í ferð við, tað passar teimum sikkurt eisini væl, at man, tá tað einaferð gongur galið, kann siga at LS situr við Svarta Peri. Men LS hevur góðar treytir, tað er ongin politikkari, sum hevur áhuga í økinum sum liggur millum Havnina og útjaðaran, hetta hóast næstan 2/3 av Føroya fólkið býr her.

Tað einasta sum hendir nú er, at vaksnir menn berjast um tunnlar.

Tjóðveldi sigur, at samfelagið skal vera fyri øll, nevna eisini samhaldsfesti og skynsemi. Tað er ikki tað, vit síggja við verandi samgongu. Hetta gongur alt út upp á at tryggja sær Sandoyartunnilin. Var tað ikki tað, so var Sjálvstýrisflokkurin helst partur av samgonguni. Tjóðveldi hevur ein næstformann, sum sigur Páll vera fólkafloksmann. Hetta veit Páll, men hví reagerar hann ikki upp á tað? Helst tí at tunnilin “er i hus”, við hjálp av onkrum øðrum tunnli, so nú letur Páll nógv um seg ganga. Kanska hann kann brúka hitt seinni, men nú er tað tunnilin, fyri ein hvønn prís.

 

Hví roknar roknar tú altíð við, at viðuskiftini betrast eftir val?

Teir politikkarar, sum ikki hava Havnina/sentralisering sum einasta áhugamál, eru teir, sum eftir næsta val heldur vilja sita á onkrum smáplássi og skriva endurminningar. Tað verður ikki betur, men hvussu kann tað tað, tá tað eru 28 kameliónir á tingið?

Tey vit hava sett á ting, ganga ikki upp á kompromis, tey slúka heldur ikki kamelar. Tey selja og keypa ross.