Tjóðveldi við hava eitt nýtt NASA í Norðuratlantshavi

Føroyar skulu verða ein grønur tilfeingisdepil í Norðuratlantshavi.

Tað er dreymurin hjá Tjóðveldi.

Tí vil hann hava londini í Norðuratlantshavi at stovna eitt NASA, eina Norðuratlantiska samgongu, sum skal samstarva á nógvum økjum

Á Flokstinginum hjá flokkinum í dag staðfesti Høgni Hoydal, formaður í flokkinum, at Føroyar eru ikki ein útjaðari í Norðuratlantshavi.

- Føroyar eru miðdepilin í einum øki, ið er eitt av heimsins ríkastu, tá ræður um náttúrutilfeingi og orku.

Og her hugdar formaðurin í Tjóðveldi bæði um livandi og varandi tilfeingi, men hann hugsar eisini um ráevni, ið ikki endurnýggja seg.

- Norðuratlantshav og norðurpólseiðirnar hava alt størri áhuga hjá londum og altjóða fyritøkum um allan heim.

- Veðurlagsbroytingar, tørvurin á ráevnum og nýggjar siglingarleiðir norðurum Norðpólin gera hetta stóra økið á jarðarknøttinum til eitt tað týdningarmesta í heiminum næstu árini sigur Høgni Hoydal.

Hetta sigur, at hetta gevur Føroyum nýggjar møguleikar, men eisini stórar avbjóðingar, ið krevja miðvíst altjóða samstarv.

Hann heldur, at tjóðirnar í norðuratlantshavi og norðurpólsleiðunum skulu sjálvar stýra og taka ábyrgd av gongdini.

Í tí sambandinum heldur hann, at Føroyar skulu gerast ein grønur tilfeingismiðdepil í Norðuratlantshavi, sum saman við hinum londunum í økinum, megnar at umsita tað ovurstóra náttúrutilfeingið, ið vit eiga, burðardygt.

- Og sum megnar at gagnnýta og leggja um til varandi orkukeldur.

Høgni Hoydal sigur, at fremstu samstarvsfelagarnir hjá føroyingum í uttanríkispolitiskum høpi, eru útnorðurlondini, Ísland og Grønland.

- Hóast Noreg higartil hevur kastað saman við ES í týdningarmiklum málum fyri Norðuratlantshav, eiga vit tó støðugt at miða eftir at skipa ena Norðuratlantssamgongu millum Føroyar, Ísland, Grønland og Noreg.

- Skotland tekur í løtuni eisini stig til at gerast sjálvstøðugt land, og tað gevur eisini møguleika fyri, at øll okkara næstu grannalond kunnu gerast partur av eini Norðuratlantssamgongu, sum tekur ábyrgd á ræði á øllum Norðuratlantshavi og norðurpólsleiðunum.

- Hetta kundu vit rópt eitt nýtt NASA, Norðuratlantssamgongan, sum kann samstarva um

fríhandil, trygdarpolitikk og verjumál, sivila tilbúgving, umhvørvistilbúgving, eftirlit við sjó- og loftøki, skipatrygd, avtalur um tilfeingisumsiting og gransking í okkara tilfeingi, útbúgving og gransking og Heilsumál, heldur formaðurin í Tjóðveldi.

Á myndini vísir hann fundarfólkinum á flokstinginum hjá Tjóðveldi í gjár, hvussu stórt øki, eitt slíkt NASA samstarv kundi fevnt um.