Aðalfundur
Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag hevði aðalfund 21. mai, og á skránni var eitt nú formansval og nevndarval.
Formaðurin seinastu árini, Hjørdis Heindriksdóttir, ynskti ikki at halda fram.
Maud formaður
Aðalfundurin gjørdi av at velja eina aðra kvinnu, Maud V. Hansen, í staðið hjá Hjørdis, og tískil verður tað enn ein kvinna, sum fer at leiða tjóðveldisfelagið í høvuðsstaðnum frameftir.
Umframt formannin, sita nú í nevndini í Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag, Rubek Lilaa, næstformaður, Ragnar Magnussen, skrivari, Oluffa undir Kletti, peningarøkil og Petur í Gong, nevndarlimur.