? Tað er heilt greitt, at sum støðan er, fer tjóðveldisflokkurin ikki at atkvøða fyri málinum um undirsjóvartunnil undir Vestmannasundi.
Heini O. Heinesen formaður í størsta samgonguflokkinum á tingi, heldur, at málið um undirsjóvartunnil undir Vestmannasund er handfarið so illa, at verður ætlanin ikki broytt, fer hansara flokkur ikki at atkvøða fyri tí.
Tað, sum serliga møtir mótstøðu í tjóðveldisflokkinum, er ætlanin hjá samferðslumálaráðharranum, Finnboga Arge, um at stovna eitt partafelag til at standa fyri arbeiðnum at gera undirsjóvartunnilin.
?Anleggslógin? sum lógin, ið skal slóðað fyri partafelagnum, verður nevnd, er gjørd og send flokkunum til viðmerkingar.
Men Heini O. Heinesen sigur, at sum málið liggur í løtuni, fer tjóðveldisflokkurin ikki at atkvøða fyri málinum.
Hann heldur nevniliga ,at tað er heilt burturvið at stovna eitt partafelag at standa fyri arbeiðnum.
?Partafelagið skal so bjóða arbeiðið at gera tunnilin, út.
?Avleiðingin av hesum er, at tað verður okkurt útlendskt byggifelag, sum kemur at gera tunnilin.
Og formaður tjóðveldisfloksins heldur, at tað er so heilt burturvið at brúka almennan pening til at slúsa okkurt útlendskt byggifelag inn í landið, at ?anleggslógin? fær ikki atkvøðurnar hjá Tjóðveldisflokkinum í tinginum, soleiðis sum málið liggur í løtuni.
Landsverkfrøðingurin skal bora
Heini O. Heinesen sigur, at tað er ongin ivi um, at Landsverkfrøðingurin er tann rætti at gera undirsjóvartunnilin undir Vestmannasund.
? Tað einasta, samferðslumálaráðharrin hevur fingið burturúr at tvíhalda um, at eitt partafelag skal standa fyri arbeiðnum, er, at tað er seinkað í ólukkumát.
? Nú er valskeiðið hálvrunnið og spakin er ikki settur í enn.
? Hevði Landsverkfrøðingurin ístaðin sloppið at hildið fram, har hann slepti fyri 10 árum síðani, var tunnilin longu komin hálva leið undir Vestmannasund.
?Tað einasta, sum er komið burturúr arbeiðsmátanum hjá samferðslumálaráðharranum, er málið er blivið ein hurlivasi, ístaðin fyri at lata Landsverkfrøðingin gjørt arbeiðið.
Hann sigur, at hann trýr onki uppá, at eitt útlendskt partafelag kann gera arbeiðið bíligari enn Landsverkfrøðingurin.
?Landsverkfrøðingurin ger arbeiðið fyri tað, sum tað kostar at gera og onki meir.
? Hinvegin skal eitt útlendskt partafelag eisini hava vinning afturat sjálvum kostnaðinum
Hann skoytir eisini uppí, at eitt partafelag skal hava eina umsiting, men tað hevur Landsverkfrøðingurin longu.
Hann vísir á, at Landsverkfrøðingurin hevur drúgvar royndir í at bora tunlar.
? Og eg trúgvi onki uppá, at undirsjóvartunnilin verður ein líka trupul uppgáva, sum Sumbiartunnilin var. ? Og hana loysti Landsverkfrøðingurin.
? Og verður tað neyðugt við serkønari hjálp uttanífrá til ávís endamál, er onki í vegin við, at Landsverkfrøðingurin kann útvega tað, einsvæl og nakar annar.
Heini O. Heinesen skilir ikki, hví, arbeiðið uppá undirsjóvartunnilin avgjørt skal haldast uttanfyri landskassan.
? Tað verður í øllum førum landskassin, sum skal gjalda tunnilin.
? Og gongur ikki eftir vild, fer rokningin sjálvsagt eisini í landskassan, sama, hvør ger arbeiðið.
? Sagt verður, at tá ið arbeiðið er liðugt og goldið, skal tað handast latast landskassanum.
? Tað er nakað nógv avgjørt, at kalla tað eina gávu, sum landskassin frammanundan hevur goldið fullan prís fyri, heldur formaður tjóðveldisfloksins á tingi.
Hann stúrir eisini fyri gongdini, um skjøtil fyrst verður settur á ein arbeiðshátt at oysa almennan pening í eitt partafelag, tá ið almenn arbeiði skulu gerast.
Tí væntar hann, at uppskotið um anleggslógina fer ikki mjúka viðferð í tinginum.
? Og hann ivast ikki í, at tað vera fleiri enn tjóðveldisflokkurin, sum fara at verða ímóti at lata eitt partafelag gera arbeiðið.