»Hevur hann ikki gjørt nakað skeivt, so eigur støðan at verða nullstillað og Signar á Brúnni settur í landsstýrisstarvið«.
Soleiðis segði Høgni Hoydal við Sosialin, tá Signar á Brúnni valdi at fara frá sum landsstýrismaður, orsakað av, at ivi var sáddur um embætisførslu hansara, tá hann játtaði Sjónvarpinum pening.
Hetta brotið velur Signar á Brúnni at endurgeva í hvassari viðmerking, hann hevur sent Sosialinum um flokk sín.
Svikin
Viðmerkingin frá Signari á Brúnni, sum er prentað aðrastaðni í blaðnum, sýnir heilt greitt, at hann kennir seg sviknan av floksfeløgum sínum, og at hart stríð er innanhýsis í Tjóðveldisflokkinum.
»Nú nýggjur landsstýrismaður í mentamálum er valdur, eru tað mong, ið hava spurt meg, hví eg ikki tók av tilboðnum um at fara í landsstýrið aftur, um orsøkin var hon, at eg ynskti ikki, at nú fráfarni landsstýrismaðurin ikki skuldi gerast tingmaður í mítt stað. Til hetta er at siga, at eg ikki havi fingið tilboðið, soleiðis sum mær varð lovað tann 28. mars ár 2000, tá eg segði meg frá sum landsstýrismann, orsakað av sjónvarpsmálinum«
»Tað eru eisini tey, ið spyrja, um eg nú veruliga fekk hetta lyftið, ið eg havi nevnt fleiri ferðir. Eg skal enn einaferð taka uppaaftur, at tað var mær lovað, og at tað var nógv frammi í fjølmiðlunum tá. Áhugavert er at lesa ymiskt av tí, ið tá varð sagt av m.ø. tjóðveldismonnum«, skrivar Signar á Brúnni.
Hetja
Svikni fyrrverandi landsstýrismaðurin vísir á ymiskt brot úr føroysku bløðunum og eina røðu hjá Óla Holm á landsfundi frá tíðini beint eftir, at hann fór frá. Hesi brot skýra hann at vera hetju, tí hann valdi at fara frá fyri at reinsa flokkin. Ein teirra, ið tá skýrdi Signar á Brúnni at vera hetju, var Tórbjørn Jacobsen, nú fyrrverandi landsstýrismaður.
Hetta sýnist alt rættiliga undarligt fyri Signar á Brúnni í dag. Tí í dag er hann alt annað enn hetja í Tjóðveldisflokkinum.
»Tað, sum undrar meg og onnur tjóðveldisfólk er, hvussu tað ber til, at hendan hetjan Signar, ið tit tá gjørdu hann til, ikki verður eftirspurdur, nú ið boð vóru eftir tí fjóðra landsstýrismanninum í mentamálum undir sitandi samgongu. Málsøkið kennir hann. Tað, ið er hent síðani Høgni úttalaði seg fyri Sosialinum, Óli helt formansfrágreiðingina og Tobbi skrivaði um sjónvarpsmálið er, at Signar á Brúnni er reinsaður fyri tær skuldsetingar, settar vóru ímóti honum«.
»Hetta má væl merkja tað, at tann stóra hetjan, ið tit gjørdu Signar til á vári 2000, má vera uppaftur størri, eftir at verða reinsaður. Hvussu ber tað nú til, at Høgni og Óli leypa frá tí avtalu, ið gjørd varð tann 28. mars ár 2000, væl stuðlaðir av Tórbirni?«, spyr Signar á Brúnni í viðmerking í Sosialinum í dag.
Signar á Brúnni sigur seg hava skrivað viðmerkingina eftir, at hann hevur fingið fleiri fyrispurningar frá fólki, um hví hann ikki gjørdist landsstýrismaður aftur.