Tjóvstartirnir vóru døkki bletturin

Fleiri manningar lupu avstað, áðrenn startskotið hoyrdist, men at enda lagaði tað seg á sama hátt, sum tað gjørdi í fyrsta róðrinum

8-MANNAFØR

Tað tørnaði soleiðis út, sum tað gjørdi í róðrinum á Norðoyastevnu. Nevið Reyða úr Klaksvík kom fyrstur um málstrikuna, og kappingin frá Kvívíkingi var ógvuliga hørð. Tá ið bátarnir fóru um málið, var skuturin á muni. Tað var hann eisini í Klaksvík.
Kvívíkingur legði bragdliga fyri. Hann var leingi eitt sindur frammanfyri Nevið Reyða. Klaksvíkingar royndu at svara aftur. Teir vunnu eitt sindur inn á fremsta bátin. So dragnaði aftur, men tá ið farið varð undir endaspurtin, hevði Nevið Reyða vunnið seg fram í oddin, og so vóru tað teir, sum stýrdu kappingini.
-Vit kendu, at vit høvdu tak á tí. Kvívíkingur royndi, og hann bjóðaði orduliga av, men vit høvdu yvirskotið, sum var neyðugt, staðfestu teir umborð á Nevinum Reyða.
Meistararnir av Argjum endaðu aftur hesa ferð á triðja plássinum. Teir vóru eina bátslongd aftanfyri Kvívíking, og teir vóru gott og væl leysir av Ørvi.
Starturin hevur nógv at siga. At fáa serliga góðan start kundi vera heilivágurin, sum skuldi nýtast fyri at fáa betri endastøðu, enn tað eydnaðist at fáa í Klaksvík. Tað tóktist at vera hugburðurin hjá fleiri manningum í Hósvík. Tvær ferðir var neyðugt at starta umaftur, tí bátar høvdu tjóvstartað. Hesin veruleikin bar við sær, at tað í Hósvík og eisini síðani hevur verið tosað um, at sektar reglurnar áttu at verið herdar, so tað slapast undan tjóvstartum av tí slagnum, sum vóru at síggja í kappingini millum 8-mannaførini. Teir vóru døkkir blettir í annars fínari kapping.

Úrslit, 8-mannafør
1Nevið Reyða06:58.07
2Kvívíkingur06:59.10 1G
3Argjabáturin07:03.15 1G
4Ørvur07:08.08 1G
5Árnfirðingur07:19.17
6Miðvingur07:19.22
7Knørrur07:34.05