Tjóvur tømdi oljutangan

Ein kvinna í Sundalagnum ringdi í gjár til løgregluna, aftaná at hon hevði varnast, at hennara oljutangi var tómur. At neyðugt er at fylla oljutangar, er ikki nakað óvanligt, men kvinnan vildi vera við, at tað átti at vera munandi meira í tanganum.


- Tey høvdu fylt 1.000 litrar á tangan í desember, og brúka umleið 100 litrar um mánaðin. Tað vil siga, at tað átti at vera einir 600 litrar eftir í tanganum, men nú var hann longu tómur, sigur vakthavandi á politistøðini.


Óvist er nær stuldurin er framdur, men tað var ikki verið serliga trupult hjá tjóvinum at koma til tangan, ið var lætt atkomiligur frá vegnum, umframt at einki lás var á honum.


Trupulleikin við oljustuldur er ikki ókendur í økinum.


- Seinastu árini hava vit havt fleiri mál, har fólk í Sundalagnum hava meldað oljustuldur. So hetta er ikki ein ókendur trupulleiki í økinum, sigur vakthavandi.