Tað er alt annað enn hugaligt at hoyra um, at tingmenn sum rokna seg at hoyra til útjaðararnar í Føroyum, hava tikið seg saman um at broyta støðuna sum smáplássini eru komin í. Fyrst er at spyrja, hvørjar eru útjaðarabygdirnar? Eru tað so stór pláss sum Tvøroyri og Klaksvík, kunnu hesi býir samanberast við Skarvanes ella á Kirkju? Ein broyting ið gerast skal, er, at nakað av umsitingini, ið er í høvuðsstaðnum, skal flytast til onkra aðra bygd úti um landi, so er spurningurin hvørja? Hvat bati verður tað fyri Klaksvík um ein partur av Gjaldstovuni fer suður til Vágs. Ella fyri Sandsbygd um nakað av Almannastovuni fer vestur í Vágar. Jú, onkur klókur skalli, hevur funnið útav, at fyri at tólma fólkaflytingini av teim smáu plássunum til høvuðsstaðin, er frægasta loysnin at gera høvuðsstaðin tannleysan, so fólk heldur fara at ræðast hann.
Sum ikki einaferð, eru vit fleiri, ið taka partí við ella ímóti hesari ætlan. Ja, onkur gongur ógvuliga høgt uppí, hendan spurning, so høgt at fullveldismálið er við at fara í gloymskuna. Um so hevði verið, so eru vit fleiri mótstøðufólk av fullveldinum sum heldur hava hug at hella útjaðaravegin.
Palli Dalsgaard