Tingfólk mugu vera samd um ein felags økismenningarpolitikk í staðin fyri hvør í sínum lag at draga til sítt øki.
Hetta heldur Jógvan við Keldu, sum er valdur tingmaður fyri Fólkaflokkin í Norðoyggjum.
Tí heldur Jógvan við Keldu tað vera eitt gott hugskot, um tingfólk úr útjaðaranum hittast aftur í tí forum, sum av fjølmiðlunum varð kallað »útjaðarasamgongan«, sum av miðstaðarpolitikarum varð kallað »skuggating«, og sum fekk átalu frá tingformanninum.
Sokallaða »útjaðarasamgongan« var eitt tiltak, sum Jógvan við Keldu tók stig til. Talan var um nakrar fundir millum tingfólk í útjaðaranum, har hesi tosaðu um ymisku trupulleikarnir í útjaðaraøkjunum og royndu at koma við boðum uppá, hvussu hesir kundu loysast.
Ikki ímóti Havnini
Hóast hørðu átalurnar fyrraárið, heldur Jógvan við Keldu tað framvegis vera neyðugt, at tingfólk úr økjunum hittast, fyri at føra nøkur av tilmælunum í álitunum báðum út í verki.
? Orsøkin til, at alt endar í miðstaðarøkinum er, at tá ein nýggjur stovnur verður settur á stovn, peningur skal býtast út til vegagerð ella okkurt líkandi, fara tingfólkini úr útjaðaraøkjunum altíð at togast um, í hvørjum øki, stovnurin ella asfaltið skal liggja, og so endar alt í Havn ella aðrastaðni í miðstaðarøkinum.
? Tað eru tí ikki politikararnir í Havn, ið hava skuldina av miðsavningini, men politikararnir í útjaðaranum, staðfestir Jógvan við Keldu.
Tí heldur hann tað vera neyðugt, at útjaðaratingfólk hittast at viðgera og avtala eitt býti millum økini, so øll økismenning ikki dettur á gólvið av berari kapping millum økini.
? Men fólk mugu gera sær greitt, at eg ætli ikki, at vit skulu hittast fyri at leggja ráð móti Havnini. Vit skulu hittast fyri at menna útjaðaran, staðfestir Jógvan við Keldu.
Men kortini vísir Jógvan við Keldu í sama sambandi á, at Havnin ikki ber alt trýstið, sum er á hana í løtuni, og sum økir kostnaðarstøðið í samfelagnum. Tí verður tað gott fyri báðar partar, um trýstið minkar á Havnina, samstundis sum stuðlað verður upp undir útjaðaran.
Álitini ikki nóg mikið
Tingmaðurin úr Klaksvík fegnast um bæði økismenningarálitið og útoyggjaálitið. Men hann heldur kortini ikki, at útjaðarin er bjargaður, nú álitini eru gjørd.
? Tað, sum vit nú mugu gera, er at arbeiða víðari frá álitunum. Eg eri ikki samdur við øllum tilmælunum í álitunum báðum. Men tað ger einki. Tí tað er nú, at vit skulu seta okkum saman og viðgera ymisku tilmælini og finna loysnir, sigur Jógvan við Keldu.
Jógvan við Keldur heldur, at serliga nøkur av tilmælunum í útoyggjaálitinum eru heldur víðgongd. Í hansara verð loysir tað ongar trupulleikar, um ein ítróttarhøll verður bygd í Fugloy, eins og álitið mælir til.
Tingmaðurin úr Klaksvík heldur, at frægasta loysnin fyri útoyggjarnar er at skapa karmar fyri ferðavinnu í oyggjunum, seta fólk í fast starv úti á oyggjunum at taka sær av hesum, og síðani skulu ferðafólk gjalda fyri at koma í oynna.
Í hesum sambandi spyrja vit Jógvan við Keldu, um vandi ikki er fyri, at fólk í útoyggjunum av hesum fara at kenna seg sum djór í einum djóragarði, har fólk rinda pening, fyri at koma at síggja tey.
Men tað heldur hann ikki. Eftir hansara fatan, eigur tað at vera sjálvsagt, at tey, sum koma út í útoyggjarnar at njóta og nýta náttúruna, gjalda fyri hetta.
Nyttar ikki við landsstýrismanni
Í sambandi við kjakið um økismenning hevur Jóannes Eidesgaard skotið upp, at vit fáa ein landsstýrismann í innanlandsmálum, ið burturav skal taka sær av at menna útjaðaran og annars taka sær av kommunumálum.
Løgmaður hevur eisini í sambandi við aðalorðaskiftið um útoyggjaálitið skotið upp nakað líknandi. Løgmaður heldur, at eitt fólk eigur at verða sett í starv á Løgmansskrivstovuni, ið burturav skal taka sær av útjaðaramenning.
Men Jógvan við Keldu ivast í, um hetta er rætta loysnin.
? Tað nyttar ikki bara at seta ein landsstýrismann ella eitt fólk í Havn. Vit mugu hava fólk í sjálvum útjaðaranum umframt útjaðarapolitikarar at taka sær av útjaðaramenningini. Tí er tað rætt at savna saman aftur tingfólk úr útjaðaranum, sigur Jógvan við Keldu.