Arbeiðssteðgur og samferðsla
Hetta hongur ikki saman longur!
Jóannes Eidesgaard, løgmaður, sigur, at tað kann ikki góðtakast longur, at samferðslan verður løgd lamin av einum arbeiðssteðgi.
Tí hevur hann tosað við Bjarna Djurholm, landsstýrismann í arbeiðsmarknaðarmálum um at so skjótt hesin arbeiðssteðgurin er av, skal landsstýrið seta ein arbeiðsbólk at arbeiða fyri at finna eina loysn, so at samferðslan ikki aftur verður løgd lamin av arbeiðssteðgi.
Tað kunnu vit gera útfrá tí sjónarmiði, at Smyril, Teistin og onnur Strandferðsluskip, eru partur av veganetinum. Vegenetið er annars ikki skert av arbeiðssteðginum og tí er tað ikki góðtakiligt, at tey, sum bara hava strandferðsluna at dúva uppá, skulu verða tey einastu, sum verða rakt í so máta.
Tí ætlar landsstýrið at seta ein bólk at kanna eftir, hvussu tað kann fyribyrgjast at samferðslan verður løgd lamin, tí hon hevur so avgerðandi týdning.
Hann ásannar, at hetta er ein stórur trupulleiki hjá vanligum fólki, men ikki minst er hetta darvandi fyri vinnuna, sum missur pening og ikki fær lagt til rættis og hetta darvar eisini íløgum í heis øki í landinum, tí íleggjarar vilja hava støðug viðurskifti.
Hetta eru ikki umstøður at bjóða vinnulívinum, staðfestir hann.
Hetta er annars eitt, sum politikarar hava tosað um í nógv ár. Beinanvegin hendan samgongan kom til, var ætlanin at taka málið upp, men tá sat ein bólkur og arbeiddi við viðurskiftunum á arbeiðsmarknaðinum og tað var ikki mett at vera skilagott at órógva tað arbeiðið.
Men nú slepst so ikki undan at taka málið upp.
Eitt álvarsmál
Løgmaður leggur dent á, at hann ætlar ikki at skerja rættin hjá fakfeløgunum.
Men tað er við at verða ov nógv av tí góða, at tey somu økini í Føroyum ferð eftir ferð skulu kenna sviðan av arbeiðssteðgum og tað kann ikki vera meiningin.
Hann metir heldur ikki, at tað er heilt vandaleyst at so nógvir smábátar sigla við ferðafólki ímillum oyggjarnar nú á vetrardegi.
Og tað er ikki lætt at greiða frá, at tað skal vera neyðugt hjá ferðafólki at sigla við eini gamlari slupp og smábátum, ímeðan tvey stór ferðamannaskip liggja bundin av eini ósemju.
Tí heldur løgmaður, at hetta avgjørt er rætta tíðin til at taka hetta málið um samferðsluna og arbeiðssteðgir upp til ítøkiliga viðgerð og tað verður nú gjørt.
Hann vil ikki siga nakað um, hvør loysnin skal vera, tí tað heldur hann at arbeiðsbólkurin skal koma til eina niðurstøð um.
Ein møguleiki hevur, sum hevur verið nevndur,er at gera manningarnar til tænastufólk, sum ikki hava loyvi at fara í verkfall.