Tjaldrið einki stig í grundspælinum

Hondbóltur: Í fleiri dystum hevur tað verið um reppið, at Tjaldrið hevur ognað sær stig, men tað er tó altíð gloppið teimum av hondum. Soleiðis var eisini í seinasta dystinum í grundspælinum

Nógv hondbóltskøn hava leingi sagt, at tað bert er ein spurningur um tíð, áðrenn Tjaldrið úr Runavík fór at ogna sær fyrstu stigini í hesum kappingarárinum. At ein tann frægasti møguleikin hjá runavíkingunum at ogna sær stig var sunnudagin, tá ið KÍF var á vitjan, man lítið vera yvir at dylja, hóast kollfirðingar hava staðið seg rættuliga væl higartil í ár.


Sterkar verjur

Fyrri hálvleikur var rættuliga javnur, allur sum hann var. Liðini fylgdust væl, og størstu leiðsluna fyri steðgin høvdu kollfirðingar, tá teir um miðjan fyrra hálvleik vóru á odda við trimum málum, 7-4.

Kollfirðingar høvdu leiðsluna ein stóran part av fyrra hálvleiki, men í seinasta minuttinum megnaðu teir gul/svørtu av Skálafjørðinum at koma upp á javnt við tveimum skjótum málum, so at hálvleiksstøðan gjørdist 13-13.

Verjurnar hjá báðum liðunum stóðu seg væl í dystinum, og av somu orsøk var tað heldur ikki so ofta, at málverjarnir báðir fingu víst tað stóra.

Nógv av málunum, sum kollfirðingar fingu, vórðu skorað eftir skjótálop. Verjan hjá KÍF fekk fatur á fleiri bóltum, meðan runavíkingar vóru í álopi, og so vóru tað serliga Allan Mørkøre, men eisini Vagnur Johannesen og Súni Fríði Johannesen, sum struku avstað við bóltinum og skoraðu í hinum endanum. Nógvu misbrúktu møguleikarnir hjá heimaliðnum gjørdust tískil dýrir, og tað var eisini staðfest, sum vit skrivaðu eftir dystin millum Neistan og Tjaldrið í farnu viku, at runavíkingarnir hava stórar trupulleikar við at skipa seg og koma aftur við, tá ið mótstøðuliðið fer í skjótálop.


Kollfirðingar avgerandi leiðslu

Byrjanin av seinna hálvleiki kom at verða rættuliga avgerandi fyri dystin. Fyrstu níggju minuttirnar av seinna hálvleiki fekk heimaliðið einans tað eina málið, meðan kollfirðingar fingu fimm mál og harvið løgdu seg á odda 18-14.

Runavíkingarnir royndu allatíðina at koma inn aftur í dystin, men tað eydnaðist teimum ongantíð at koma upp á javnt, hóast teir gjørdu ein vørr móti endanum av dystinum.

Eftir at Eddie Joensen hjá KÍF fimm minuttir fyri dystarlok, legði kollfirðingar á odda 24-19, spentu runavíkingar seg út, og tað eydnaðist teimum eisini at skora fýra mál á rað, so at støðan, tá ein góður hálvur minuttur var eftir av dystinum, var 24-23 til KÍF.

Kollfirðingar fóru tá í álop, og tá ið eini 15 sekund vóru eftir, royndu teir seg eisini við einum skoti upp á mál, sum málverjin hjá Tjaldur, Kári Hansen, bjargaði út til innkast. Hevði bólturin tá ístaðin farið út til málkast til heimaliðið, er ikki óhugsandi, at teir møguliga høvdu megnað at skunda sær yvir í hin endan av vøllinum og roynt at fingið eitt mál. Hevði tað eydnast, so hevði Tjaldur harvið tryggjað sær fyrsta stigið í hesum kappingarárinum, men so varð ikki.


Stigið kemur

helst skjótt

Tað er eingin ivi um, at liðið hjá runavíkingum er nóg gott til, at teir kunnu ogna sær stig. Teir hava í fleiri dystum víst, at teir kunnu spæla upp við fleiri av hinum liðunum, og í summum førum hevur bert reint óhepni forðað fyri, at teir fingu fyrstu stigini til høldar.

Onkuntíð hevur trupulleikin eisini verið, at Tjaldur hevur havt ov lítið fólk (ímóti Neistanum seinasta týsdag var bara ein eykamaður), men í dystinum sunnudagin høvdu teir bert eitt tómt pláss á beinkinum, og tá skal havast í huga, at Abraham Hansen ikki var við, tí at hann var leikbannaður.

Í teimum flestu dystunum hjá runavíkingum hava tað verið ávíkavist Poli Hansen, Jens Martin Knudsen og Mortan Hansen, sum hava skarað burturúr av útileikarunum, men nú eru aðrir eisini farnir at gera um seg. Í dystinum sunnudagin var tað Arnfinn Langgaard, sum var besti maður hjá heimaliðnum, og tað er kanska eitt tekin um, at liðið er við at hava eina størri breidd, sum teir eisini hava tørv á.

Dómararnir í dystinum, Alexander og Artur Johansen, komu stak væl frá uppgávuni.