5?mannafør dreingir
Dreingjamanningin umborð á Tjaldrinum hjá Róðrarfelagnum NSÍ er væl á veg at gera Eysturoyinginum roysnið eftir. Í 1998 fekk Róðrarfelagið NSÍ ein nýggjan Eysturoying. Hann vann allar róðrarnar í 1998 og allar róðrarnar í 1999.
Í 2000 fekk Róðrarfelagið NSÍ eitt nýtt 5?mannafar. Dreingjamanningin vann allar róðrarnar í fjør, og síðsta leygardag vunnu teir fyri aðru ferð í ár. Komandi leygardag verður kappróður í Fuglafirði, og tað er sera torført at ímynda sær ein annan vinnara enn Tjaldrið. NSÍ dreingirnir mugu í hvussu so er finna seg í at vera stórfavorittar.
Tað er alment kent, at tað var Torbjørn Jacobsen og Kongshavnar Útgerðarfelag, sum feðgarnir Jóan Jakku og Torbjørn eiga, sum var sponsor, tá teir í Runavík lótu Sámal Hansen smíða teimum eitt nýtt 5?mannafar. Og hendan íløgan hjá Torbirni, sum er uppaftur meiri kendur nú, enn hann var, tá teir rindaðu bátin, hevur roynst væl. Ikki soleiðis at skilja at hann hevur fingið pengar burturúr, sum kunnu brúkast til at rinda fyri bustir og standmyndir, men heldur soleiðis at fleiri dreingjamanningar hava fingið høvi í góðum og smidligum báti at vísa, hvussu nógvar knotur eru í teimum.
Í fjør vann ein manning allar róðrarnar við Tjaldrinum, og í ár er ein nýggj manning væl á veg at útinna sama bragdið.
Eingin ivi
Á Trongisvágsfirði var eingin ivi. Tjaldrið fleyg avstað. Tá startspurturin gott og væl var fingin frá hondini, vóru teir eina hálva bátslongd undan hinum. Blikur av Argjum gjørdi eina góða roynd at hanga uppií. Róðrarteinurin var av álvara farin at styttast, tá Tjaldurs dreingirnir so at siga slettu argjadreingirnar av sær og vóru leysir av teimum, tá teir komu á mál.
Stóra kappingin stóð um, hvør skuldi gerast nummar trý. Frúgvin, Sílið, Fípan Fagra og Havfrúgvin bjóðaðu seg fram á fyrsta teininum. Vestmannadreingir plaga at vera drúgvir og roynast væl, men í ár ber einki til hjá teimum. Tað treiska hjá vestmenningum sást ikki so nógv til, at Havfrúgvin var størsti taparin í telvingini um bronsuplássið.
Í staðin vóru tað dreingirnir umborð á Fípuni Føgru, sum vóru teir drúgvastu. Í sera tættari kapping við Sílið komu teir á mál eina lítla bátslongd aftanfyri Blik. Hjá Fípuni Føgru var talan um framgongd sammett við norðoyarstevnuna, og tað vóru teir, sum vera man, sera væl nøgdir við. Saman við Sílinum var Frúgvin eisini so mikið væl við, at teir mugu roknast uppí evnini til heiðursmerkjapláss á næstu stevnunum.
Dreingjamanningarnar vóru ikki so nógvar, sum tær onkuntíð áður hava verið. Umframt tær seks omanfyri nevndu luttóku fýra aðrar manningar. Og tað er ikki ov nógv sagt, at hesar manningarnar vóru við fyri at vera við og ikki fyri at telvast um fremstu plássini. Tá aftasti báturin, Beinta, kom á mál, var ein lítil hálvur minuttur gingin, síðani Tjaldrið fleyg um málið. Tað er rættuliga nógv, tá havt verður í huga, at samlaða róðrartíðin hjá vinnarabátinum ikki var meiri enn 5.01.60.