Tjaldrið og Brimil á Havnini við líkunum

Mikunáttina komu Tjaldrið og Brimil á Havnina við teimum fýra líkunum, sum funnin vórðu á leiðini, har farmaskipið, Jøkulfelli, sakk mánakvøldið einar 55 fjórðingar í ein landnyrðing úr Fugloynni

Skipsvanlukka

Djóni Weihe á sjóbjargingarstøðini MRCC-Tórshavn sigur, at líkini vóru ikki rikin langt av leið, men funnin nærhendis, har vanlukkan hendi. Tey vórðu funnin eitt og eitt í senn.
Tjaldrið fann tvey av líkunum, Brimil fann tað eina, og ein russari fann eisini eitt lík.
Tá ið skipini komu á Havnina mikunáttina, hevði Tjaldrið trý lík umborð, og Brimil hevði eitt. Tjaldrið tók líkið upp, sum russarin fann.

Sjógvur og kuldi

Djóni sigur, at soleiðis, sum hann hevur skilt støðuna, vóru sjómenninir í yvirlivilsisdrakt, men hann heldur ikki, at teir allir høvdu havt stundir at syrgt fyri, at sjógvur ikki lak inn í búnan.
- Tíðin hevur eftir øllum at døma verið ógvuliga knøpp, tá ið vanlukkan hendi, soleiðis at menn ikki hava havt stundir at hálað snarlásini heilt upp fyri at halda sjógvi og kulda úti.
Manningin umborð á Jøkulfelli taldi 11. Tá ið tyrlur og skip komu á staðið eftir stutta neyðarkallið, vórðu fimm mans funnir á lívi. Leitað varð eftir hinum seks monnunum, men tað eydnaðist ikki at finna nakran teirra á lívi.
Seinni vórðu so tey fýra líkini, sum Tjaldrið og Brimil førdu til lands, funnin. Tveir av sjómonnunum eru framvegis ikki afturíaftur komnir.
Jøkulfelli var á veg úr Liepaja í Letlandi til Íslands við 2.000 tonsum av stáli, tá ið vanlukkan hendi.
Manningin er úr Ruslandi og Letlandi.
Skipið er heimahoyrandi í Estlandi, er skrásett á Isle of Man og hevur seinasta árið verið í sigling fyri Samskip.

Næmingar umborð

Bæði umborð á Tjaldrinum, sum førdi trý av líkunum til lands og umborð á Brimli, sum førdi tað eina líkið til lands, eru umframt manningina, eisini næmingar úr fólkaskúlanum í starvsvenjing.
Jákup Muller, skipari á Brimli, segði í stuttari viðmerking í gjáramorgunin, at teir hava tveir næmingar umborð, og at Tjaldrið somuleiðis hevur tveir.
- Vit sita á fundi í løtuni og tosa um, hvussu vit skulu handfara hetta málið.
Spurdur, um hugsandi er, at sálarhjálp verður veitt næmingunum manningini annars undir slíkum umstøðum, sigur hann, at tað dugir hann í løtuni ikki at siga.
- Tað er eisini hetta, vit tosa um nú, segði hann.
Jákup sigur, at næmingarnir, sum eru við Brimli, vóru í koyggjuni, tá ið teir tóku líkið upp.
- Eg haldi, at teir hava dugað ógvuliga væl at tikið hetta, sigur hann.
Tíverri fingu vit ikki høvið at tosa meira við Jákup Muller um støðuna í hesum umfari.