Tjaldrið upp á pláss aftur

Starturin hjá Sílinum var so mikið vánaligur, at tað ongantíð kom upp á tal, at teir skuldu endurtaka sigurin frá í Fuglafirði

 

KappróÐur

Jóanes Hansen


5?mannafør dreingir:Tjaldursdreingirnir vórðu orduliga tiknir við nøsini, tá teir í Fuglafirði fyri fyrstu ferð, síðani báturin kom í fjør, ikki endaðu fremstir.

Í Hvalvík lótu teir ongan iva vera um sigurin. Tjaldrið stakk seg framum hinar í fyrstu tøkunum, og á málinum vóru teir eina lítla bátslongd frammanfyri Blik av Argjum.

Teir umborð á Bliki vóru sera knáir. Tá hálvur teinurin var rógvin, høvdu teir hug at bjóða Tjaldurs dreingjunum av, og tað kann væl vera, at teir eina lítla løtu vóru frammanfyri. Í hvussu so er var munurin ikki serliga stórur, men í startspurtinum var Tjaldrið drúgvast.

Tað kom ongantíð upp á tal, at nýggi báturin hjá Havnar Róðrarfelag, Sílið, skuldi endurtaka sigurin frá í Fuglafirði. Havnardreingir fingu ein sera vánaligan start. Stríðið hjá teimum galt um at fáa Fípuna Føgru aftur um seg, og tað eydnaðist. Men klaksvíksdreingirnir, sum allir royna seg fyri fyrstu ferð í ár, vístu enn eina ferð, at teir hava møguleika at gera um seg komandi árini.