Tjaldrið

Yrking

Tjaldur manst tú aftur koma

her berlig kenst hvør fjallatroma,

tó berg og fjøllini enn standa

eins og fyrstu ferð tú komst til landa.


Mong skriðan tó í ur er lopin,

síðan tú fyrstan tínar møddu veingir

legði saman her um okkar? eingir,

klipp, klipp hoyrdist millum fuglasangin.


Manst tú aftur koma eins og áður

nú yvir landi dagur kennist gráur,

her mási, ravnur flúgva,

sum vilja ungar tínar pikka.


Vælkomið skalt tú vera,

oyggjum okkar? nýggjar vónir gevur

við tí reyða nevi, sum tú hevur

og ungum tínum føði gevur.


Nú nýggir vindar yvir landið reka.

Danir gølur burtur frá sær reka

eins og heglingsælið freka,

kanst á oyggjum okkar? tú føtur seta.


Vit lítið annað tær kunnu bjóða

enn títt egna reiður tóma,

ei nýtist nøkur kanning gerast,

tá tú í okkar? fagra landi ferðast.


Gævi vit av tær sum tjóð tað læra

skaparverk Guds at æra,

eitt heimligt reiður okkum byggja,

og barninum gleðina tryggja.


Tá sól í vestri setur tjaldursungi letur,

tað nýggja ættarliðið veingir breiðir

mót hæddum høgum vil nú flúgva,

so einslig kennist foldartúgva.


Faðir, eg tráan í mær beri

á mínum foldarvegi, gev mær megi

mót tí fagra landi flúgva,

har eg um ævir skal hjá tær búgva.


M. D. O.