Tjaldur heilt nær fyrstu stigunum

Tað var so nær, sum tað kundi vera, tá Tjaldur í gjár vitjaði hjá Kyndli. Tjaldur hevur ikki smakkað stig, síðani tær í fjør komu aftur í Sunset-deildina, men nú felagið hevur styrkt seg við útlendskum spælarum, eru tær av álvara farnar at vísa tenn.
Móti Kyndli høvdu tær eisini leingi eina at síggja til trygga leiðslu. Eitt skifti var hendan seks mál, men seinna partin av seinna hálvleiki táttaði Kyndil kortini. Tað eydnaðist eisini heimaliðnum at stríða seg framum, og tó at Tjaldur royndi at svara aftur, so var hetta ikki nóg mikið.

Fakta um dystin
Kyndil-Tjaldur 23-22 (8-11)
Málskjúttar
Kyndil: Lina Andriulyte 10, Súsanna Petersen 4, Anja Heinadóttir 4, Jórun Ludvík 3, Linda Weihe 1, Hildur Høghamar 1
Tjaldur: Beinta Joensen 8, Jasmin Devovic 4(1), Maya Hecimovic 3, Kristina Ellingsgaard 3, Heidi Sevdal 2, Mona Langgaard 2(1)
Brotskøst: Kyndil 2, Tjaldur 5
Útvísingar: Kyndil 2, Tjaldur 4
Dómarar: Petur Skeel Dahl & Hallur Danielsen.