Hondbóltur
Tjaldur hevur higar til verið fríska íkastið til kvinnukappingina í hondbólti.
Longu í fjør vístu tær tekin um, at nakað stórt var í væntu, tá tær vóru eitt mál frá at spæla seg í finaluna í steypakappingini, og í ár hava tær so væl og virðiliga prógvað, at hetta ikki var av tilvild.
Við javnleiki móti Neistanum og annars tryggum sigrum hevur Tjaldur eisini víst, at tær skulu takast fullkomuliga í álvara, og nú standa tær fyri størstu avbjóðingini, tá meistararnir úr Stjørnuni vitja.
Stjørnan hevur higar til prógvað, at tær heilt avgjørt ætla sær at stevna móti gullinum í ár. Ikki minst hevur talan verið um mest sum imponerandi tryggar sigrar móti VB og Neistanum, sum saman við Tjaldri verða mett sum liðini, ið skulu royna at standa meistarunum kurl.
Spennandi í Havn
Tveir aðrir dystir – báðir í Havn – verða spældir um vikuskiftið, og á pappírinum er talan í báðum førum um sera javnar dystir.
Leygardagin tekur Neistin móti VB, og hesin dysturin líkist einum dysti um, hvør skal renna aftan á Stjørnuni og kanska eisini Tjaldri.
Sunnudagin er botndystur á skránni, tá Kyndil og StÍF takast. Hesi bæði liðini megnaðu í fjør at halda VÍF undir sær í stríðnum um at sleppa undan niðurflyting. Í ár bendir alt á, at tað fyrst og fremst verða innan hýsis dystirnir millum Kyndil og StÍF, sum gera av, hvussu niðurflytingarspurningurin sær út, og tí vilja báðir partar helst leggja nógv fyri sunnudagin.