Tjant við feitum rútmum

Framførslan hjá ORCA í gjárkvøldið var bæði forkunnug og spennandi. So nógv undarlig ljóð, ið ljóða so feitt saman.

Í gjárkvøldið var fyrstu ferð eg hoyrdi ORCA. Øll ummælini, eg havi lisið, hava tó verið full av jaligum lýsingarorðum, og tískil vóru vónirnar høgar. Men samstundis lá ivin og lúrdi. Er hetta bara hype? Ljóðførini eru forkunnug og annarleiðis, men er talan um tónlistarliga dygd?

 

Nú havi eg so verið og lurtað, og hetta ummælið fer beint í bunkan av áðurnevndu, jaligu ummælunum.

 

Tónleikurin hjá Jens Thomsen og hinum seks monnunum, ið mynda bólkin, svingaði nakað so vemmiliga væl. Ópoleraða og villa røddin hjá Kára Sverrissyni hóskar væl til urkendu rútmurnar.

 

Í mun til fyrradagin, so var ljóðið sera gott í gjár. So at siga øll ljóðførini komu til sín rætt og vóru á røttum staði í ljóðmyndini.

 

Helvtina av tíðina stóð ein og royndi at finna út av, hvar tey ymsu ljóðini komu frá. Er hatta tann ein-streingjaði steelgittarin hjá Boga á Lakjuni? Ella er tað kusturin hjá Jón Tyril? Ella fløskuorgulið hjá Ólavi Jákupssyni? At enda gav eg bara upp at greina tónleikin, og lat hann heldur vera tað, sum hann var; genialan. So nógv undarlig ljóð, ið ljóða so feitt saman.

 

Besta framførslan á ársins G! MINI, eftir mínum tykki.