Fleiri málsøki verða ikki flutt komununum at umsita, fyrr enn ein útjavningarskipan er komin. Ein útjavningarskipan má koma í gildi, áðrenn kommunurnar yvirtaka fleiri málsøki at umsita.
Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í innlendismálum. Hann sigur við Útvarpið, at tað er ein beinleiðis fyritreyt. Útjavningarskipanin kemur, men nær hon kemur, dugir hann ikki at siga.
Landsstýrismaðurin leggur afturat, at vit skulu hava eina roknskaparkunngerð fyrst, so tað alla tíðina ber til vita, hvussu tað stendur til fíggjarliga hjá teimum einstøku kommununum.