Rósa Samuelsen, Føroya Kommunufelag
Í Dimmalætting 20. mars hevur Heðin Mortensen, sum eg skilji hann, eina áheitan á meg um at taka við læru av tí samanlegging sum er farin fram í Sunda Kommunu. Persónliga haldið eg at samanleggingin í Sundalagnum er fyrimyndarlig, og er hon sanniliga eisini í tráð við fatanina hjá Føroya Kommunufelag viðvíkjandi samanlegging, nevniliga at hon skal fara fram sjálvboðin. Fyrrverðandi kommunurnar og ta fólkið í har búði, tóku avgerð um at kasta saman 1 januar 2005, og at grundleggja ta núverandi Sunda Kommunu. Eg ivist onga løtu í at henda støðutakan hevur styrkt økið við Sundalagið munandi . Tað er heldur einki dulsmál at eg sum borgarstjóri í Sandavágs kommunu eri fyri einari størri eind her hjá okkum, so er tað sagt.
Men lat okkum venda aftur til kjarnina í kjakinum seinastu vikurnar, um eina útjavningarskipan ímillum kommunur. Heðin Mortensen pástendur at Føroya Kommunufelag kemur við hálvlýstum pástandum um útjavning. Til hetta er bert at siga, at Føroya Kommunufelag einast hevur víst á at tað er stórur munur á inntøkugrundarlagnum hjá kommunum/økjum í Føroyum, og at hesin veruleiki í sjálvum sær ger tað neyðugt at viðgera hugtakið útjavning, og at fáa hetta lýst við fyrimunum og vansum.
Men kanska er hetta óneyðugt, tí KSF hevur eftir øllum at døma gjørt eina heildarlýsinga av einari javningarskipan, sum Landsstýri og Løgting og fjøðlmiðlar eru kunnaðið um. Havið umvegis leitiskipanir hjá Løgtingið og bløðum leita eftir hesum tilfari men finni tað tíðanverri ikki.
Eg onnur við mær bíða tískil spent eftir at tann famøsa útjavningarskipanin hjá Heðini Mortensen veruliga sær dagsins ljós. Henda sera visjónera útjavningarskipan brýtur eftir øllum at døma radikalt við útjavningarskipanir ið vit kenna frá okkara grannatjóðum, hon er í veruleikanum nyttuleys og útjavnar ongar ójavnar.