Tjena í útlendsku deildunum

Roknskapurin hjá BankNordik fyri triðja ársfjórðing vísti óvæntað eitt tap á 93 milliónir, og tí er ársmetingin hjá bankanum eisini lækkað einar 100 milliónir krónur. Eftir at hava kunnað víst á avlop í fleiri ár á rað kom BankNordik við einum tapi fyri triðja ársfjórðing.

Hetta ger, at bankin hevur lækkað metingina fyri alt árið úr 470 til 510 milliónir niður í 360 til 400 milliónir. At bankin kemur frá árinum við einum hóast alt so stórum avlopi er fyrst og fremst søluni av partabrøvunum í Bakkafrost fyri at takka.

Orsøkin til óvæntað stóru niðurskrivingarnar kemst av fimm stórum millumverandi við konkursraktar fyritøkur. Hinvegin væntar bankin ikki nakrar munandi broytingar í gongdini, sum hon hevur verið fyrsta hálvárið. Tapini stava frá millumverandi í Føroyum, meðan útlendsku deildirnar hjá bankanum hava givið avlop.

Kjarnuinntøkurnar, renta og avgjøld, hava verið betri í triðja ársfjórðingi enn framman undan, so tað eru útilokandi óvæntaðu 150 milliónirnar í niðurskriving, sum gevur hallið á 93 milliónir, sigur Janus Petersen.

Á meiri bjartu síðini kundi forstjórin boða frá, at bankin hevði fingið yvir 700 nýggjar kundar við einum innláni á hálva milliard.

Tað ger ikki, at vit fara at blaka pengar eftir fólki, men vit eru sjálvandi áhugað í at lána pengar út til skilagóðar verkætlanir, sigur Janus Petersen.

Útlánini hjá BankNordik eru 8,6 milliardir, meðan innlánini nú eru komin upp á 9,3 milliardir krónur.