Á 10-ára hátíðardegnum hjá Tjóðpallinum varð boðað frá, at tað nú er gjørligt at keypa atgongumerki til leikirnar umvegis nýggju heimasíðu Tjóðpalsins, www.tjodpallur.fo.
Tað var Elsa Jóhanna Høgenni, forkvinna í Leiklistaráðnum, sum boðaði samkomuni frá góðu tíðindunum á 10-ára hátíðarhaldinum hjá Tjóðpalli Føroya.
Hátíðarhaldið snúði seg í stóran mun um at lýsa tann týdning, sum Jenny C. Petersen hevur havt fyri Tjóðpallin. Jenny C. Petersen hevur verið stjóri á Tjóðpallinum øll 10 árini, og er júst sett í starv í eitt nýtt 5-ára skeið.
- Hon er sletuhundurin, sum dregur, meðan vit einans kunnu ganga aftaná, segði Elsa Johanna Høgenni.
Føroysk leiklist hevur ment seg nógv, varð sagt, og Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, vísti til søguna hjá leiklistini, hvussu hon byrjaði við Grímu í 1975, síðani kom Leikpallur Føroya í 1989 og fyri 10 árum síðani Tjóðpallur Føroya.
Eisini hann nýtti høvi at rósa Jenny C. Petersen, serliga fyri hennara evni at fáa tað besta burtur úr avmarkaðum fysiskum og peningaligum kørmum.
Heðin Mortensen almannakunngjørdi at enda staðsetingina hjá nýggja Tjóðpallinum, sum verður á Skálatrøð.