Tjóðsavnið selur seym til føroyska bátin

Tjóðsavnið selur nú galvaniseraðan bátaseym, spíkarar og røur til bátasmiðir

Sølan hevur higartil verið hjá einum privatpersóni, Janusi Østerø, sum av egnum áhuga hevur átikið sær at innflyta og selja seym til føroyskar bátasmiðir. Rørnar hevur hann sjálvur framleitt.

 

Tað er ikki ein lønandi vinna at framleiða og selja bátaseym, og tí er bátaseymur torførur at fáa fatur á. Bátasmiðir hava verið sera glaðir fyri at kunna keypa seym í Føroyum, tí teir hava ómakaleyst kunna keypt bæði størri og smærri nøgdir, tá teir hava havt brúk fyri tí. Janus Østerø hevur í eina tíð viljað latið virksemið frá sær, men eingin hevur viljað yvirtikið uppgávuna. Tí heitti bátasmiður Terji Reinert Jakobsen á Tjóðsavnið um at yvirtaka søluna.

 

Føroyski báturin kom á UNESCO-listan fyri umboðandi siðaarv hjá mannaættini í desember 2021. Tjóðsavnið umsitur sáttmálan og UNESCO-innskrivingina av føroyska bátinum, so tað er hóskandi, at savnið yvirtekur søluna av seymi fyri at tryggja, at veitingin ikki dettur niðurfyri. Søkt varð í hesum sambandi um eykajáttan frá Mentamálaráðnum á 200.000 kr. at byggja upp eina seymagoymslu. Janus Østerø hevur lagt lag á og veitt Tjóðsavninum ráðgeving til at byggja seymagoymsluna upp.

 

Seymurin verður seldur uttan vinning.

 

Bíleggjast kann við at senda teldupost til savn(at)savn.fo, ella við at fylla oyðublaðið út her. Pakkaði ordrin skal eftir avtalu heintast og gjaldast í savnsbúð Tjóðsavnsins í Brekkutúni 6 í Hoyvík. 

 

Sí støddir og príslista her.