Tjóðskaparligt samstarv - ein dag?

Í 1906 klovnaði tjóðskaparrørslan í samband og sjálvstýri.

Síðani tá er sera nógv hent, sjálvstýrisvongurin gongur nú í nógvum bólkum.

Og tað tænir mótpartinum.

Tekur øll sjálvstýrisrørslan einaferð eitt rimmar tak í felag, so munar.

Ein góð roynd kann vera, at stilla upp í felag - á einum lista 11. mars.

Tí sambært veljarakanningini herfyri, so hevur sjálvstýrisvongurin eini góð 60 prosent av veljarunum í sínum part. Og tað er ríkiligt til at fáa bæði umboðini vald 11. mars í 1998.

Tað hevði skapt djúpa virðing fyri tjóðskaparrørsluni, og kanska givið fólki eina vón um bjartari framtíð.


Hanus Pólsson Vang