Tjóðveldi stillar upp til fólkatingsvalið

– Vit høvdu eykafloksting í gjár, og har var stórur meiriluti fyri at stilla upp til fólkatingsvalið.

 

Tað sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi.

Hann sigur, at flokkurin fer at stilla upp við sterkum lista, tí okkum tørvar eina fullveldis- og tjóðskaparrødd á Fólkatingi, sum hann tekur til.

Spurdur um Tjóðveldi fer at hava eitt ávíst høvuðsvalevni sigur Høgni Hoydal, at tað hava tey enn ikki tikið støðu til. Men Tjóðveldi heldur fast við prinsippið um, at sami persónur ikki situr í tveimum sessum.

– Fremsta málið hjá okkum er sjálvandi at koma í stjórn í Føroyum, og verið eg partur av tí, so fari eg ikki fulla tíð í Fólkatingið, um so skuldi verið, sigur Høgni Hoydal.

– Aðalstjórnin hevur fingið heimild at gera listan, og tá hann er klárur, verður hann almannakunngjørdur, sigur Høgni Hoydal.

 

Enn er fólkatingsval ikki skrivað út. Tað skal haldast í seinasta lagi 5. juni 2023. Men ein av stuðulsflokkunum hjá donsku stjónrini, tey Radikalu, hava boðað frá – í kjalarvørrinum av minkmálinum – at um Mette Frederiksen ikki skrivar út val í seinasta lagi 4. oktober, tá Fólkatingið verður sett, so fer flokkurin at leggja fram misálit á stjórnina.