Bara Elsa var ímóti

Tá uppskotið til fíggjarætlan hjá Tórshavnar kommunu varð viðgjørt og endaliga samtykt hóskvøldið, var tað næstan við fullum meiriluta. Fimm av teimum seks í andstøðuni í Tórshavnar kommunu tóku undir við endaliga uppskotinum – og ein var ímóti.

Tað var Elsa Berg úr Tjóðveldi, sum var stjørnuskotið hjá flokkinum á kommunuvalinum 10. november í fjør. Hon er fyrst vald fyri Tjóðveldi, sum er næststørsti flokkur í Tórshavnar býráð. Elsa Berg fekk 520 persónligar atkvøður, sum er munandi meira enn næsta fólk á listanum, sum var Jákup Dam í Kollafirði við 376 atkvøðum. Síðstavalda á listanum hjá Tjóðveldi var Gunvør Balle við 249 atkvøðum, fýra fleiri enn Turið Horn, sum fall við 245 atkvøðum.

 

Elsa Berg skrivar um býráðsfundin hóskvøldið, at hon situr við  blandaðum kenslum.

 

– Men mest eitt enormt skuffilsi av, hvussu lætt tað er at seta sær mál um útlátsminking, men tá tað so kemur til stykkis, verður neyðuga játtanin ikki sett av fyri at røkka málinum.

 

Og hon heldur fram:

 

– Tað eru vit ungu og børnini, sum sita eftir við einum kempi uppruddingararbeiði!

20 milliónir skulu til næstu fýra árini fyri at røkka útlátsmálinum hjá kommununi um at skerja útlátið við eini helvt í 2025 (orkupolitikkurin). Tó eru bara 8 milliónir settar av til hetta í 2022! Og ikki 30 mió. sum meirilutin annars flagsar við.

Hvør er umberingin fyri miseydnaðu royndina og svikið, sum tað jú er, tá neyðug veðurlagsátøk ikki verða sett í verk? Inntøkurnar hava ongantíð verið so høgar sum nú.

Kenslurnar eru blandaðar, tí góð átøk vóru eisini á skrá, m.a. uppnormering í dagstovnum, skiljihøll, dagstovnur, røktarheim og annað. Men við 248 mió. til íløgur átti tað sjálvsagt at borið til, at sett 20 mió. av til orkupolitikkin og harvið hildið fast í 2025 málinum.

Eg haldi ikki, at vit eiga at góðtaka fleiri føgur orð uttan handling aftanfyri! Tí kundi eg ikki annað enn at atkvøða ímóti fíggjarætlanini fyri 2022.

Áðrenn endaliga uppskotið varð samtykt, varð atkvøtt um broytingaruppskot frá Anniku Olsen og Elsu Berg, sum umboða andstøðuna í fíggjarnevndini. Tærmæltu til til, at tær 57 mió kr. av meirinntøkunum í 2021, sum ikki eru brúktar, vórðu játtaðar soleiðis: Orkumál 12 míó kr, Vatnverkið 10 mió kr og Stórhøllin 35 mió kr.

Men tað uppskotið fall við fimm atkvøðum fyri, einari blankari og sjey atkvøðum ímóti.

Fyri atkvøddu: Elsa Berg, Jákup Dam, Turið Horn, Annika Olsen og Ruth Vang.

Blankt atkvøddi: Birgir Nielsen.

Síðani varð atkvøtt um tilmælið frá meirilutanum í fíggjarnevndini og uppskot frá Heðini Mortensen um óbroytt kommunuskattaprosent á 19% og óbroyttan barnafrádrátt á kr. 8.000, og varð hetta uppskot samtykt við 12 atkvøðum fyri og einari ímóti.

Fyri atkvøddu: Heðin Mortensen, Annfinn Brekkstein, Tróndur Sigurðsson, Kristianna Winther Poulsen, Kári Johansen, Súna Mørk, Bjørg Dam, Turið Horn, Jákup Dam, Annika Olsen, Birgir Nielsen og Ruth Vang.

Ímóti atkvøddi: Elsa Berg.

Unga stjørnuskotið hjá Tjóðveldi stóð soleiðis púra einsamøll sum tann, sum var ímóti samtyktu fíggjarætlanini hjá meirilutanum í Tórshavnar kommunu, sum øll hini fimm andstøðuumboðini halda vera í ordan.

Og í Fólkaflokkinum var eisini hesaferð tvístøða ímillum Anniku Olsen og Birgir Nielsen, sum eru umboð floksins í býráðnum, tí Birgir Nielsen ikki tók undir við broytingaruppskotinum hjá Anniku Olsen og Elsu Berg í fíggjarnevndini.