Harmiligt, at málið um verjupolitikkin skuldi dragast niður á eitt persónligt støði, sum fólkatingstinglimurin hjá Sambandsflokkinum roynir at gera tað. Hetta ætli eg mær ikki at brúka orku uppá í mínum aftursvari.
Tó loyvi eg mær tó at gera nakrar viðmerkingar til innihaldið í aftursvarinum. Tá tað verður sagt, at Tjóðveldi situr og bíðar eftir høvinum at fáa ein tvídrátt við danir, hevur hetta onki hald í veruleikanum. Tjóðveldi ynskir at verja føroysk áhugamál og at hava ein greiðan skilnað ímillum londini bæði. Hetta bleiv staðfest í verjusemjnui í summar í sátt og semju ímillum danska verjumálaráðharran, Troels lund Poulsen og føroyska uttanríkis- og verjumálaraðharran, Høgna Hoydal.
Stendur tað til Sambandsflokkin so er best og tryggast at føra politikk undir liðini á Mette Frederiksen, Jacob Elleman og Lars Løkke Rasmussen og helst á Christiansborg. Tað ynskir Tjóðveldi ikki, men at stjórn talar til stjórn á sama stigi og við virðing fyri hvørjum øðrum. Hetta bleiv skjalfest í summar í verjusemjuni og lat okkum halda okkum til ta semjuna.
Vit hava tíverri óteljandi dømi um hesa symbiosuna, ímillum danskar myndugleikar og Sambandsflokkin.
Vit minnast øll Huawai málið, tá Sambandsflokkurin í ovfarakæti var á veg at lata danir lóggeva á einum yvirtiknum málsøki, tá Metta Frederiksen uttan himpr hevði ætlanir um at vevja telesamskifti, sum er yvirtikið málsøki, og trygdarmál saman, soleiðis at danir aftur kundu taka avgerðir á einum øki, sum var heimtikið til Føroyar. Hetta gekk fyri seg uttan at Sambandsflokkurin setti seg ímóti tí, og var tað ikki fyri Tjóðveldi og frælsislintar røddir í Føroyum, so hevði hetta eisini verið endin.
Radaramálið er tað feskasta málið, har vit sum limir í uttanlandsnevndini hoyrdu frá einum donskum tíðindafundi við Mette Bramsen á odda, at radari skuldi setast upp á Sornfelli. Løgtingið var ikki so mikið sum kunnað um hesi viðurskifti, men hetta varð blástemplað av Sambandsflokkinum, sum átti táverandi løgmann. Var hetta virðirligt yvirfyri Føroya løgtingi og yvir fyri Føroya fólki ? og hví skulu vit nú hava álit á, at Sambandsflokkurin veruliga ynskir at verja Føroyar og tað sum er føroyskt, ein flokkur, sum alla sína tíð hevur latið donsk áhugamál vinna á føroyskum.
Veruleikan hjá Sambandsflokkinum og Tjóðveldii er hvør sín, meðan annar ynskir Danmark ynskir hin Føroyar. Tað burdi eftirhondini verið nokk so greitt fyri øllum
Uttanríkis og trygdarmál eru nú við føroyska uttanríkisráðharranum, Høgna Hoydal komin á beint við verjusemjuni í summar, har okkkara uttanríkisráðharri tosar við danska uttanríkisráðharran, og ikki við einstakar flokkar á Fólkatingi. Latið okkum halda okkum til tað, sum er avtalað.
Annika Olsen, Tjóðveldi og limur í uttalandsnevndini
30/8-23