Tá formaðurin í Fólkaflokkinum, Jørgen Niclasen, fyri løtu síðani var inni hjá tingformanninum, Jógvan á Lakjuni, og skuldi peika á ein samráðingarleiðara, fall valið á Høgna Hoydal, formann í Tjóðveldi.
Tað var síðsta royndin í einum taktiskum spæli, har Jørgen Niclasen hevði tryggjað at Høgni Hoydal fekk neyðuga meirilutan at skipa fyri samráðingum til eina nýggja fullveldissamgongu.
Umframt at Tjóðveldi harvið hevði fingið møguleikan at standa á odda fyri eini fullveldissamgongu, ið kundi flutt Føroyar fram á fullveldiskós, og sum er høvuðsmálið hjá fleiri av teirra veljarum, so stóð tað eisini Høgna Hoydal í boði, at fáa løgmanssessin. Harvið hevði Høgni Hoydal verið fyrstu formaður Tjóðveldis, ið gjørdist løgmaður.
Høgni Hoydal valdi tó at vraka bæði tilboðnum um eina fullveldissamgongu og løgmanssess, fyri heldur at fara undir samráðingar við Aksel V. Johannesen, formanni í Javnaðarflokkinum, ið er ein samríkjaflokkur.
Harvið hevur formaðurin í Tjóðveldi eisini staðfest, at nokk einasti møguleikin hjá Fólkaflokkinum at koma í samgongu á hesum sinni, er útilokaður.
Frammanundan hevur Javnaðarflokkurin gjørt greitt, at tað kemur ikki upp á tal at samstarva við Fólkaflokkin, meðan tað ikki er sannlíkt, at Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin megna at tryggja neyðuga undirtøku millum aðrar flokkar.