Í gjárkvøldið mátti Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, taka tað tungu avgerð at frásiga sær nývunna tingsessin, tí býráðsmeirilutin í Klaksvík ikki gav honum frávik at røkja báðar sessirnar. Tað hendi aftaná at umboðini hjá Tjóðveldi í býráðnum fóru saman við andstøðuni og atkvøddu móti umbønini hjá borgarstjóranum.
Støðutakanin hjá Tjóðveldi var kanska ikki so óvæntað, tí eisini tá Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havnini, bað býráðið um frávik at røkja báðar sessirnar, atkvøddu umboðini hjá Tjóðveldi móti ynskinum hjá borgarstjóranum. Tað fekk tó ikki nakra avgerandi ávirkan, tí meirilutan valdi at eftirlíka umbønini frá Heðini Mortensen.
Støðutakanin hjá Tjóðveldis umboðunum í Klaksvíkar kommunu og Tórshavnar kommunu tykjast harvið at vera í tráð við støðutakanina hjá flokkinum viðvíkjandi fólkatingssessinum og løgtingssessinum, har flokkurin hevur gjørt greitt, at ein persónur kann ikki røkja báðar sessirnar samstundis.
Tó so, tá samgongan verður skipað og varafólkini koma á ting fyri landsstýrisfólkini, so er ein borgarstjóri millum varafólkini hjá Tjóðveldi, nevniliga Pauli T. Petersen, borgarstjóri í Vestmanna kommunu.
Borgarstjórin í Vestmanna kommunu sigur við in.fo, at hann ikki metir, at tað er nakar trupulleiki at røkja báðar sessirnar.
- Eg meti ikki, at tað er nakar trupulleiki at røkja báðar sessirnar. Tað er eitt ár eftir av valsetuni og eg ætli mær at røkja báðar sessirnar ta tíðina. Um arbeiðsbyrðan verður ov tung, so kann vera at eg broyti hugsan. Eitt einmælt bygdaráð stuðlar mær, og er tað møguligt, so ætli eg mær at røkja tað álitið, ið eg havi fingið frá vestmenningum.
Sambært borgarstjóranum, so er tað ikki politikkurin hjá Tjóðveldinum, at borgarstjórar ikki kunnu sita á tingi, hóast umboðini hjá Tjóðveldi í Klaksvík og Tórshavn, hava atkvøtt móti at borgarstjórar sleppa á ting.
- Tjóðveldi heldur at man ikki kann røkja bæði løgtingssessin og fólkatingssessin samstundis, men hava ikki nakran trupulleika við, at man er borgarstjóri og løgtingslimur. Leiðslan í flokkinum heldur tað vera fínt, at eg eri bæði.