info
Ongi úrslit

Tjóvarí í Bø: - Málið er meldað til løgregluna

- Málið er júst vorðið meldað, og tí eru vit ongan veg komin við kanningararbeiðnum. Í løtuni hava vit ongan illgruna, sigur løgreglan

Vilmund Jacobsen
14. august 2025 kl. 11:14

Í gjárkvøldið høvdu vit her á síðuni eina søgu um eitt møguligt tjóvarí í Bø.

Tað var Gutti Guttesen, grindaformaður, sum á sínum Facebook-vanga fortaldi, at 11 mønustingarar og tveir kúluonglar eru horvnir úr einari smiðju í bygdini.

Sambært grindaformanninum heldur hann ikki, at nakar í bygdini hevði funnið upp á at framt eitt slíkt tjóvarí.

Tí stúrir grindaformaðurin fyri, at tað kunnu vera fólk í umhvørvisfelagsskapi, sum standa aftanfyri tjóvaríið av mønustingarunum og kúluonglunum.

Í morgun váttaði vaktleiðarin á løgreglustøðini, at tað, sum eftir øllum at døma er eitt tjóvarí í Bø, er meldað.

- Málið er júst vorðið meldað, og tí eru vit ongan veg komin við kanningararbeiðnum. Í løtuni hava vit ongan illgruna, sigur løgreglan.

Vaktleiðarin heldur fyri, at hvør skal hava áhuga í at stjala nakrar mønustingarar, tí teir kunnu bara brúkast til tað, teir eru gjørdir til.

Og júst tað sama er við kúluonglunum, sum eisini bara kunnu brúkast til eitt endamál.

- Vit fara at kanna hetta málið, sum eitt hvørt annað mál, men enn er alt ov tíðliga at siga, hvat kann fara at vísa seg, sigur løgreglan.

Lesið eisini:

11 mønustingarar eru horvnir í Bø https://www.in.fo/news-detail/11-moenustingarar-eru-horvnir-i-boe

 

Mest lisið hesa vikuna

Myndir: Tingfundur 10.09.26

23 tímar síðan

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

5 tímar síðan

Tvøroyrar kommuna misti 36 íbúgvar

Í gjár kl. 18:54

Sløkkiliðsfólk heiðrað

8 tímar síðan

Royndi at snýta – men kvinnan kendi svikið aftur

11 tímar síðan

B68 hevur sett nýggjan venjara

21 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Fimti hvør ungur kemur ikki aftur

41 minuttir síðan
Fótbóltur

Árni hevur skrivað undir nýggjan sáttmála

1 tími síðan
Fótbóltur

Veðrið argar fótbóltin

1 tími síðan
Tíðindi

Verri PISA-úrslit fáa Norðurlond at leita eftir felags loysnum

1 tími síðan
Tíðindi

Dalstunnilin kostaði 180 mió – leistur brúkast í Tjørnuvík

3 tímar síðan
Tíðindi

Almennur fundur á Skúlatrøð um Føroyar á tjóðskaparleið

3 tímar síðan
Tíðindi

Løkke varliga bjartskygdur um avtalu við USA um Grønland

3 tímar síðan
Tíðindi

Eykajáttan til Skúlan á Trøðni alt fyri eitt

4 tímar síðan
Tíðindi

Serfrøðingur: Vita vit um serligu skúlatilboðini virka?

4 tímar síðan
Tíðindi

Systir Harald kong av Noreg deyð – gjørdist 94 ár

5 tímar síðan
Tíðindi

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

5 tímar síðan
Tíðindi

Jacob Vestergaard: Vert at kanna møguleikarnar fyri rúmdarvinnu í Føroyum

5 tímar síðan