Tjóðveldisfelag vil hava Páll á Reynatúgvu í landsstýrið

Tjóðveldisfólk vilja hava Páll á Reynatúgvu í landsstýri

 

Um samgongan millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn er í pottinum, so er hugsandi, at tríggir landsstýrissessir fella Tjóðveldi í lut. Talan verður helst um átta ella kanska níggju landsstýrisfólk. Um so verður, so fær Javnaðarflokkurin ivaleyst løgmann og trý landsstýrisfólk, Tjóðveldi fær helst trý og Framsókn eitt ella tvey.

Keldur kring samráðingarnar í Løgtinginum siga við in.fo, at Sandoyar Sýslu Tjóðveldisfelag hevur skrivað Tjóðveldinum bræv, har felagið krevur at fáa landsstýrismann, og at hann skal vera Páll á Reynatúgvu.

Páll á Reynatúgvu varð fyrstu ferð valdur á ting í 1998, tá Tjóðveldi gjørdi eitt rimmar val. Hann var afturvaldur í 2002 og í 2004, men fall á valinum í 2008. Hann varð afturvaldur í 2011 og í 2015, men fall í 2019. Hann kom inn sum fyrsti varamaður, tá Kristina Háfoss legði løgtingssessin frá sær 1. februar í fjør fyri at gerast stjóri í Norðurlandaráðnum. Og hesaferð var hann heldur ikki valdur. Hann er fjórði varamaður fyri Tjóðveldi við 215 atkøvðum, eina atkvøðu aftan fyri Erling Eidesgaard, sum er triði varamaður við 215 atkøvðum.

Soleiðis stendur Erling Eidesgaard til at koma inn á ting, um flokkurin tekur trý landsstýrisfólk úr tingmanningini. Men tað er einki krav, at landsstýrisfólk skulu vera tingfólk. Og um Tjóðveldi velur at lurta eftir Sandoyar Sýslu Tjóðveldisfelag og setir Páll á Reynatúgvu í landsstýrið, so verður ikki pláss fyri Erlingi Eidesgaard í tingmanning Tjóðveldis.

Og tjóðveldisfólk á Sandi hava eina góða søk. Um vit hyggja í talvuna í Vikuskiftis Sosialinum, so sæst, at Tjóðveldi er størsti flokkur í Sandoy.

##med2##

Høvdu vit havt gomlu valskipanina, so var Páll á Reynatúgvu fyrst valdi tingmaður úr Sandoyar Sýslu valdømi. Hin tingsessurin hevði falllið til Fólkaflokkin.