Ætlaða vatnorkuútbygggingin hjá SEV

Tá SEV hevur turrlagt allar áirnar á norður- vestursíðuni á Eysturoy, eru 3 vatnorku
útbyggingar fyri framman hjá SEV.

Poul Hansen
------------------

Tær eru:

1. Dalar norðanfyri Vestmanna
2. Víkavatn v.m.
3. Eystursíðan á Vágoynni

Í Sosialinum 20/6-2008 og 23/1-2009 hevur undirritaði viðgjørt ávikavist nr. 1 og 2.

Hesaferð verður hugt nærri at tí partinum av ætlanini í Vágum, sum fevnir um tær áir, sum renna vestureftir í Fjallavatn og Sørvágs/Leitisvatn.

Byrging í Tjørnudali
Ætlanin er at savna allar áir og áarløkar í fjallalendinum norðanfyri Háls í Sandavági
millum Vestmannasund og Fjallavatn, Sørvágs/Leitisvatn og leiða tær í eina byrging, sum verður gjørd í Tjørnudali.

Haðani verður tunnil gjørdur til eina kraftstøð millum Fútaklett og Oyragjógv.

Í byrgingina í Tjørnudali skal leiðast alt vatn, sum rennur í Ánni í Rók,
Tjørnudalsá, Kvíandalsá og Grótvalá.

Hesar 4 áir – eru áirnar, ið renna í Sjatlá, sum rennur gjøgnum Vatnsoyrar og sum er høvuðsáin, ið rennur í Sørvágs/Leitisvatn.

Bøsdalafossur hvørvur
Tá hesar áir verða turrlagdar minkar vatntilføringin í Sørvágs/Leitisvatni við meir enn 3/4 og tað merkir so aftur, at Bøsdalafossur hvørvur og at Sørvágs/Leitisvatn verður eitt deyðavatn og kann tí neyvan brúkast til drekkivatn.


Reipsáfossur hvørvur
Norðanfyri verða Tunguáin og Áin á Fjøllum, sum renna í Fjallavatn, bendar í byrgingina í Tjørnudali.

Ein partur av avfallsøkinum hjá Botnánni verður eisini tikin, soleiðis at hon
minkar munandi.

Tá Tunguáin og Áin á Fjøllum verða turrlagdar og Botnáin minkar munandi
minkar vatnið, ið rennur í Fjallavatn við meira enn helminginum.

Reipsá, sum er einasta á, ið rennur úr Fjallavatni, minkar somikið, at Reipsáfossur - ein av vakrastu fossum okkara – hvørvur.

……………
Hví?

Grundgevingarnar hjá SEV fyri at byggja vatnorkuna út, er at gera okkum minni bundin av olju og annars at minka um CO2 útlátið.

Vatnorkuútbyggingarnar økja bert el-framleiðslu okkara á landi við varandi
orkukeldum við 5% og tað hevur tí ongan týdning fyri tryggleikan.

CO2 útlátið.
Setið ikki spurnartekin við álvaran í mannaskaptu ávirkanini á verðurlagið og at nakað skal gerast.

Alheimstiltøkini, ið skulu minka CO2 útlátið vera gjørd fyri at verja náttúruna.

Vit ætla at oyðileggja okkara náttúru fyri at verja náttúruna hjá hinum og samstundis skulu vit í krónum og oyrum gjalda ein okursprís fyri tað, tí
fíggjarliga hanga vatnorkuútbyggingar í Føroyum als ikki saman.

Hetta fer so aftur at føra við sær, at el-prísur okkara í allari framtíð verður nógv hægri enn neyðugt og tað minkar munandi um kappingarføri hjá vinnulívinum og tyngir óneyðugt um hjá húsarhaldunum.

SEV roynir longu nú at hækka streymprísin fyri at fíggja verandi og komandi vatn-
orkuútbyggingar. Vónandi sleppa teir ikki tað.

Veðurlagsráðstevnan

Nú beint uppundir veðurlagsráðstevnuna eru tey ymisku londini farin í skotgravirnar, soleiðis at eingin avtala verður møgulig:

USA hevur gjørt heilt greitt, at tey vera ikki við í einari veðurlagsavtalu í dec. 2009.

Kina, India, Brasilia og Suðurafrika hava í felag sett nøkur ófrávíkilig krøv til bæði ídnaðarlondini og til menningarlondini, áðrenn tey vilja vera við í nakrari veðurlagsavtalu.
Afrikansku londini krevja, at ídnaðarlondini skulu minka sítt útlát 40% áðrenn tey gera nakað.

Grønland krevur størri útlát, samstundis sum okkara landsstýriskvinna tryglar danir um at lova okkum at vera sjónlig í dec.

Havi fyrr nevnt, hvussu vit kunnu sjónliggera okkum fram um øll onnur á hesum øki,
uttan at oyðileggja náttúruna.

Ein annar háttur at minka skaðaárini av Co2 útlátinum er at verja skógirnar og planta meira av trøum.

Skógarøkir til víddar 3 ferðir Danmark vera á hvørjum ári høgd ella brend, tí ídnaðarlondini – sum fyri langari tíð síðani hava høgt/brent sínar skógir – ikki vilja hjálpa menningarlondunum at varveita teirra skógir.

Co2 tjakið ósakligt?
Tað tykist, sum alt tjakið um Co2 útlátið er við at verða eitt sindur hysteriskt, øll royna at yvirganga hvønn annan við tosi um tiltøk um grønu orku, uttan at hugsa um, hvønn skaða hesi tiltøk annars gera á náttúruna ella um tað yvirhøvur letur seg gera fíggjarliga.

Tað er hóast alt ikki meira enn o.u. 40 ár síðani, at fremstu granskarar í USA vóru
sannførdir um, at ein nýggj ístíð var á veg og nógv orka var løgd í at granska, hvussu New York og aðrir stórbýir kundu innilokast í glasi fyri at verja teir móti ísfjøllunum, sum fóru at koma norðaneftir.

Næstu ferð verður hugt nærri at áum, ið SEV hevur ella er í ferð við at turrleggja, umframt økir, sum SEV hevur sett undir vatn.

Tá ið teir nomu landið
var tað eitt vakurt land
ið ikki var mannasølkað,
har var ikki fjøtur ei band.
Fossar dundu í botnum,
vøtnini skygdu blá –
lógu í dýrd og droymdu
við lómum og oknum á
H.A.D.