Aftur í ár er ætlanin at hava nakrar dagar, har tað verður ókeypis at sigla við skipunum hjá Strandferðsluni Aftur í ár er ætlanin at hava ókeypis sigling við skipunum hjá Strandferðsluni í nakrar dagar.
Tað upplýsti Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í innlendismálum, í Løgtinginum nú ein dagin.
Hergeir Nielsen, løgtingsmaður, spurdi hann, hvørjar dagar skipini hjá Strandferðsluni fara at sigla ókeypis í ár.
Hann sipaði til, at tað er longu avgjørt, hvørjar dagar, ókeypis koyring verður ígjøgnum undirsjóvartunlarnar og tí vildi hann hava at vita, nær ferjurnar fóru at sigla ókeypis.
Jacob Vestergaard vísti á, at Strandferðslan hevur fingið pening til at økja túrtalið á ymsum leiðum.
Nú verður so kannað eftir, hvussu prísbygnaðurin skal vera. Og í hesum sambandi verður so eisini kannað eftir,hvørjar dagar, ókeypis sigling verður. Tað verður m.a. tosað við fólkið á staðnum um, nær tann ókeypis siglingin er til størst gagn.
Hann segði eisini, at ætlanin er at seta nýggju skipanina við bíligum prísum og ókeypis sigling, í gildi út ímóti sumri.