Ætla at bøta um støðuna hjá foreldrum at pinkubørnum

Hendan samgongan hevur serliga sett sær eitt ávíst mál við barsilsskipanini

Hendan samgongan hevur sett sær sum mál, at áðrenn hetta valskeiðið er runnið í 2023, skal barnsburðarfarloyvið verða longt upp í eitt heilt ár.

Tað upplýsti Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum, fyri ungdómstinginum, sum var mánadagin og í týsdagin.

Súsanna Mortensen úr Vágs Skúla spurdi hann, hvørjar ætlanir eru um at bøta um barsilsskipanina.

Hon ivast ikki í, at barnafamiljur eru fegnar um, at barnsburðarfarloyvi er nógv longt hesi seinastu árini.

Men hon heldur ikki, at barsilsskipanin er nøktandi fyri tey foreldur, sum eiga børn, ið ikki eru so væl fyri og sum verða innløgd á sjúkrahús í eina tíð.

Sjálv heldur hon, at barnsburðarfarloyvið skal ikki byrja at telja fyrr enn barnið er útskrivað av sjúkrahúsið. Hon heldur nevniliga ikki, at tað er ikki rímiligt, at tíðin, barnið er innlagt á sjúkrahúsið, skal verða tald upp í barnsburðarfarloyvið, sum tað er nú.

Hon helt eisini, at nettupp hesi børnini hava tørv á at vera longri heima enn vant, áðrenn tey fara á stovn.

Helgi Abrahamsen svaraði Ungdómstinginum, at Barsilsskipanin er ein skipan, sum er í menning og nú er barnsburðarfarloyvi 48 vikur. Men hendan samgongan hevur sett sær fyri at tað skal leingjast upp í eitt ár.

Av tí, at talan er um eina skipan, sum vit alla tíðina eru í ferð við at menna, er tað altíð spurningar um, hvørji viðurskifti verða tikin við í skipanina, og hann heldur eisini, at spurningurin frá skúlanæminginum í Vági, er rættiliga viðkomandi.

– Vit eru í ferð við at byggja skipanina upp, og aðrir spurningar eru eisini, hvussu barnsburðarfarloyvi skal býtast ímillum mammuna og pápan.

Men fyrst og fremst er málið at leingja barnsburðarfarloyvi upp í eitt ár, og so verða onnur viðurskifti løgd afturat, alt eftir umstøðunum, segði landsstýrismaðurin.