Ætla at byggja 25 summarhús í Saksun

Jóhan Jógvansson, festibóndi í Saksun, er ikki fegin um eina ætlan at byggja fleiri summarhús í bygdini. Tað er ein kend tíðindakvinna, ið stendur aftanfyri ætlanina

Tað er felagið undir stovnan P/F Svartá, sum Barbara Holm, tíðindakvinna, umboðar, ið ætlar at byggja fleiri summarhús í Saksun.

Vit hava fingið innlit í nøkur av skjølunum, og í tí eina skjalinum frá 11. februar 2020 eru 10 summarhús nevnd, men í einum øðrum skjali frá 6. august 2018 verða 25 summarhús nevnd.

Býráðið í Sunda kommunu hevur samtykt málið 26. november 2018.

Kommunan hevur ætlanir um at keypa lendið og so at selja tað til felagið.

Jóhan Jógvansson, festibóndi í Saksun, kærir avgerðina. Í skrivum til Umhvørvisstovuna og Yvirfriðingarnevndina, dagfest 11.02.2020, sigur hann millum annað, at hann mótmælir framferðini hjá Sunda kommunu, sum "ætlar sær undir óumhugsaða útbygging av 10 summarhúseindum".

- Undirritaði heldur hesa ætlan vera eina ógvusliga, sera stuttskygda og oppurtunistiska ætlan, ið als ikki harmonerar við verandi bygging á staðnum. Bygging av einum ella tveimum húsum í líknandi formati sum verandi summarhús, vildu vit ikki havt nakað ímóti, um øll onnur viðurskifti annars vóru uppá pláss.

Men tað eru tey ikki, heldur Jóhan Jógvansson og vísir eitt nú til kloakkviðurskiftini.

Harafturat er talan um eitt sera stórt inntriv í lendið við gjónna, heldur hann.

Jóhan Jógvansson kærir eisini um, at kommunan, sambært honum, hevur selt lendið undirhonds til privatan umsøkjara, uttan at lata tað koma í alment útboð.

- Kommunan hevur verið vitandi um galdandi reglur og hevur fingið løgfrøðiliga meting uttanífrá, ið eisini vísir á, at kunngerð um alment útboð av kommunalari fastogn krevur, at lendi yvir 300 fermetrar eiga at verða boðin út alment. Hettar metir undirritaði verða eina ólógliga avgerð og krevji at avgerðin eigur at verða ógilda og at málið eigur at ganga umaftur, sigur Jóhan Jógvansson.

- Vit kunnu staðfesta, at nú einans yvirfriðingarnevndin er eftir at geva grønt ljós, ætlar kommunan sær av fullum huga at fremja byggiætlanina hóast ein “møgulig” komandi kloakskipan als ikki er planløgd ella fyriskipað á nakran hátt. Hvørki projekterað, tíðarætlan gjørd ella nakað annað, sigur hann.

Hann mælir til, at yvirfriðingarnevndin noktar umsóknini og tekur til viðgerar friðing av Saksunarbygd yvirhøvur.

- Hendan áheitan okkara skal takast í stórsta álvara, havandi í huga at helst verður eingin, ið kemur at verða harðari raktur av eini møguligari friðing, enn vit sjálvi og okkara útbyggingarmøguleikar í landbúnaðarvinnuni á staðnum, skrivar bóndin í kæruni. 

Hann biður um, at kæran fær steðgandi virknað.