Ætla at byggja 69 íbúðir á Hvítanesi

Á borgarafundinum á Hvítanesi mikukvøldið legði Eyðun Eliasen, arkitektur, fram eina ætlan um at byggja dygdargóðar íbúðir sunnan fyri Hvítanes Fyrst má byggisamtyktin tó broytast

Talan er um einar 69 íbúðir staðsettar fram við sjóvarmálanum á stykki, sum longu er sprongt og slættað.

Ein privatpersónur ætlar at keypa stykkið og hevur í umbúna at lata íbúðirnar byggja á Hvítanesi, skrivar Tórshavnar kommunu.

Hvítanesfólk vóru tey fyrstu, sum hoyrdu um verkætlanina, tá ið tey vóru kunnað um íbúðirnar á borgarafundinum. Hvítanesfólk tóku væl ímóti ætlanini, sum kann fara at nærum tvífalda íbúgvaratalið á Hvítanesi og eitt nú hækka barnatalið munandi.

Kommunan greiddi frá, at verða íbúðir bygdar á ætlaða økinum, so skal byggisamtyktin broytast, tí hon loyvir bara sethúsabygging í dag. Borgarstjórin, Annika Olsen, vísti á, at tá ið ein byggisamtykt verður broytt, hevur ein og hvør rætt til at koma við viðmerkingum.

Framløgan á fundinum hevði til endamáls at hoyra borgarar á Hvítanesi um verkætlanina. Og fleiri spurningar vóru eisini, eitt nú um hvussu og nær byggiverkætlanin byrjar, um kommunan loyvir byggingini.

Inn- og útkoyringin til Hvítanesar má gerast trygg

Hvítanesfólk gjørdu púra greitt, at inn- og útkoyringin til Hvítanesar má gerast trygg, áðrenn farið verður undir at byggja íbúðir, tí ferðsluviðurskiftini eru ótrygg fyri øll, sum búgva á Hvítanesi.