Ætla at byggja íbúðir á Eiði

Gongst, sum ætlað, verða nakrar íbúðir bygdar á Eiði í ár.

Í løtuni eru ikki nógv grundstykki tøk at byggja á í Eiðis kommunu, men umframt at kommunan fer at arbeiða við nýggjum útstykkingum, arbeiðir eisini onkur privatur við eini verkætlan at byggja íbúðir.

 

Eiðis kommuna noyðist at gera nýggjar útstykkingar á Eiði og í smærru bygdunum í kommununi, Svínáum og við Ljósá.

 

Timburmaðurin, sum arbeiðir við verkætlanini at byggja seks íbúðir, er Tóri Jacobsen, sum eigur og rekur byggifyritøkuna, Tór Smíð. Hann hevur í nógv ár smíðað bæði í Føroyum og uttanlands.