Bakkafrost hevur ætlanir um at byggja eina lívfiskastøð í Skálavík. Tað váttar stjórin, Regin Jacobsen, í samrøðu við in.fo.
Sum vit skrivaðu fyrr í dag, so ætlar Bakkafrost, at arbeiða fyri, at varðveita tað seinasti, ið eftir er, av føroysku stammuni av laksi.
Les eisini: Rint at fáa kappingarføra framleiðslu
Tað eru bert tveir aliringar eftir av laksi við føroyskari stammu. Talan er um gott 15,000 fiskar.
Teir skuldu verið slaktaðir seinasta heyst, men Bakkafrost hevur fingið loyvið frá Vinnumálaráðnum at hava teir gangandi, inntil greiða kann fáast á hvussu mann kann arbeiða fyri, at varðveita tað føroysku stammuna í laksinum.
Regin Jacobsen sigur, at Bakkafrost var komið til tað niðurstøðu, at tað var ikki rætt farið fram, tá mann í 2008 tók tað avgerð, at Fiskaaling einans skuldi framleiða við rognum, ið vórðu komin úr Norra.
Tì tók Bakkafrost í 2013 avgerð um at royna at varðveita tað seinasta, sum eftir var av tí føroysku stammuni.
Les eisini: Vit vilja varðveita føroyska laksin
Bakkafrost søkti tí í 2013 um loyvi um at byggja eina lívfiskastøð í Skálavík, so mann kundi arbeiða víðari við ætlanunum við tí føroyska laksinum.
Metingin var, at tað var skilagott at hava eina lívfiskastøð, har alt var á sama stað, í mun til at hava tað á fleiri støðum sum Fiskaaling hevur tað í Skopun og við Áir. Tí vildi mann byggja hana í Skálavík, ið liggur út á sjógv og har gott pláss er. Skálavíkar kommuna var eisini sinnað til samstarv um verkætlanina.
Verkætlanin var koma nakað ávegis, men Bakkafrost fekk so í 2014 at vita frá Vinnimálaráðnum, at ein lívfiskastøð var at meta sum eitt aliloyvi afturat og Bakkafrost sum felag var somikið stórt, at tað var ikki loyvt at útskriva eitt loyvi afturat til teirra.
Bakkafrost spurdi so sitandi landsstýrið í 2015 um loyvi at fara víðari við verkætlanina. Metingin frá Bakkafrost var, at tey vildu nakað annað enn undanfarna samgonga.
Tí valdi Bakkafrost at bíða við at slakta seinasta føroyska laksin, men fingu undantaksloyvi at hava hann gangandi á Skálafjørðinum í 2017.
- Tað hevur stóran týdning at varðveita føroyska laksin. Bæði fyri granksing og fyri at forða fyri sjúkum og annað, men eisini fyri marknaðarføring og okkara egnu ímynd sum framleiðari av laksi, sigur Regin Jacobsen.
Regin Jacobsen sigur, at alilóggávan verður endurskoða fyri tíðina og henda verkætlanin verður eisini eftirhugd í hesum sambandi.
Mett verður, at lívfiskastøðin í Skálavík kundi geva eini 10-15 arbeiðspláss á Sandoynni, nógv av teimum vitanartung størv.