Ætla at endurstovna landingarmiðstøð

- Tað er góðskan, sum telur fram um alt, sigur Mikkjal Løðhamar, sum er farin at kanna, um ikki ber til at lata landingarmiðstøðina í Vági uppaftur. Síðan landingarmiðstøðin í Vági læt aftur fyri nøkrum mánaðum síðan, hevur verið tvørligt at leggja fisk upp í Vági. Antin noyðast bátarnir til Tvøroyrar at leggja fiskin upp til landingarmiðstøðina har, ella mugu teir leggja fiskin upp í Vági, sum síðan verður koyrdur norður til landingarmiðstøðina á Tvøroyri. Verður fiskurin keyptur aftur til Vágs, er neyðugt at koyra hann suður aftur.

- Hetta gevur ikki bestu góðskuna. Tað er jú góðskan, sum telur fram um alt, sigur Mikkjal Løðhamar, sum er farin at kanna, um ikki ber til at lata landingarmiðstøðina í Vági uppaftur.

Hann og familja hansara eru sinnað at leggja neyðuga peningin á borðið, men fyrst av øllum skulu neyðugu góðkenningarnar fáast frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og frá uppboðsøluni á Toftum.

Landingarmiðstøðin Fløvan í Vági er ikki til longur, men eitt annað felag, Grønatúgva, eigur húsið. Í tí felagnum eru útróðrarfeløg, handverkarafeløg og arbeiðarafeløgini í Suðuroyar sunnaru helvt.

Tey skulu nú øll taka støðu til, um tey eru sinnað antin at leiga ella selja hølini til stigtakaran av nýggju landingarmiðstøðini.