Ætla at fáa semju um hvalaveiði

Tá altjóða hvalaveiðinevndin fer at hava fund í Panama í næsta mánað, fer Ný Sæland at gera eina roynd at fáa semju við Japan um ta japonsku stórhvalaveiðina í Suðurhøvum. Málið hevur verið umrøtt í fleiri ár, og hóast tað ikki hevur borið til at fáa semju, sigur ný sælendski uttanríkisráðharrin, Murray McCully, at hann hevur vónir um at dáa semju hesaferð.

Japanar veiða stórhval í Suðuríshavinum. Hesum hava Ný Sæland og Avstralia mótmælt, men japanar halda uppá, at teir hava søguligan rætt til at veiða stórhval har. Murray McCully sigur, at Ný Sæland setir seg ikki upp ímóti, at japanar veiða hval við teirra egnu strendur, men at teir eiga ikki at gera tað so nær Ný Sælandi og Avstralia.

Japanska fiskimálaráðið hevur upplýst, at hvalaskipini skutu 266 stórhvalir í Suðuríshavinum í seinastu veiðitíð, hóast kvotan var 900 hval.