Skúladepil
Um mánaðarskiftið november-desember, er ætlanin at vera til reiðar at undirskriva sáttmála um at byggja skúladepilin í Hovi.
Tað sigur Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverki.
Bara eitt byggifelag, MT- Højgaard, hevur bjóðað seg fram at byggja depilin.
- Av tí at bara eitt felag bjóðaði seg fram, varð avgjørt at bjóða hesum felagi við í eitt samstarv sum kallast ”partnering”, sigur Oyvindur Brimnes.
Tá ið talan er um ”Partnering” er talan um tætt samstarv ímillum partarnar. Og partarnir, teir eru byggifelagið, byggiharrin og ráðgevararnir og byggifelagið er við, longu áðrenn projekteringin er liðug.
Í hesum føri skulu partarnar í felag framleiða endaliga tilfarið, kravfesta, raðfesta og finna útav, hvussu verkætlanin kann fremjast í verki innan givnu karmarnar. Partarnir avtala fyrst ein fastan prís fyri alla byggingina og síðani samráðast teir um at lagað projektið til, so tað rakar avtalaða prísin.
Talan kann verða um at broyta projektið, at skarva av, ella at leggja afturat.
Miðað verður ímóti, at fáa eina avtalu í lag partanna ímillum til mánaðarskiftið november-desember, sigur stjórin á Landsverki.
Tað er sjálvandi ringt at siga, hvussu slíkar samráðingar enda, men tær eru í einum positivum anda, sigur Oyvindur Brimnes.
Annars eru tíðar- og kostnaðarætlanin fyri byggingina óbroyttar. Tað merkir, at hann skal ikki kosta meiri enn 60 milliónir og hann skal takast í nýtslu á sumri 2008.