Suðuroyingar skipa fyri temakvøldi um Suðuroyartunnilin.
Í samband við at arbeiðið uppá Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin er byrjað, hevur fleiri ferðir verið uppi og vent, at tann næsti tunnilin eigur at verða ein til Suðuroy.
Fyriskipararnir siga, at fast samband við meginøkið er ein týðandi liður í menningini av Suðuroynni og teir fegnast um, at Henrik Old, landsstýrismaður við samferðslumálum, hevur víst á, at byrjast skal uppá arbeiðið at fyrireika tunnilin til Suðuroyar.
Eisini hevur Landsverk gjørt eitt notat við uppskoti um ein tunnil til Suðuroyar.
Tiltakið verður mánakvøldið 4. september, har millum annað Dennis Holm, samfelagsfrøðingur, skal hava eitt uppleg um sambandið millum gongdina í fólkatalinum og týdningin av góðum sambandi við meginøkið. Eisini kemur Henrik Old, landsstýrismaður at siga frá politisku ætlanum og eisini verður orðaskifti.