Ætla at leingja flogvøllin

Fløgvøllurin í Vágum skal eftir ætlan leingjast 200 metrar afturat og breiðkast, so hann gerst umleiðs 45 metrar.

 

Tað upplýsti Jákup Sverri Kass, stjóri á Vága Floghavn, á farmløgu um vikuskiftið á Hotel Vágum.

 

Verandi flogbret er 1799 metrar og hevur givið ein nógv størri aktivitet og møguleikar, enn tann undanfarna breyt, ið var eini 1200 metrar long.

 

Útbyggingin fer at hava við sær, at størri flogfør kunnu flúgva til Føroya.

 

Jákup Sverri Kass segði, at tað var ein vaksandi áhugað fyri Føroyum sum ferðmannaland og Vága Floghavn vildi verða við í menningini.