Nú skal ein føst upphædd setast av á fíggjarlógini til at gera undirsjóvartunnil til Suðuroyar fyri.
Tað er ætlanin hjá samgonguni, nú hon arbeiðir við at leggja eina langtíðarætlan fyri, hvussu samferðslunetið skal byggjast út.
Bjarni Hammer, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at stovna eitt alment partafelag, sum skal standa fyri arbeiðnum at gera Suðuroyartunnilin.
Og í hesum sambandi hevur Jørgen Niclasen, sum er landsstýrismaður í bæði fíggjarmálum og í samferðslumálum, boðað frá, at samgongan arbeiðir við eini ætlan um at seta upp til 100 milliónir skulu av á fíggjarlógini um árið til Suðuroyartunnilin.
Talan skal vera um eina fasta upphædd á hvørjum ári, og fyrstu ferð, pengarnir verða settar á fíggjarlógina, verður í 2024, tí tá er liðugt at seta pengar av á fíggjarlógini til Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin.
Í ár standa fimm milliónir á fíggjarlógini til jarðfrøðiligar kanningar av ymsum slagi í sambandi við Suðuroyartunnilin, og farið verður undir tær kanningarnar nú í summar.
Annars tekur Jørgen Niclasen undir við, at eitt partafelag verður stovnað til standa fyri arbeiðnum at gera Suðuroyartunnilin.
Men samgongan heldur ikki, at tíðin er búgvin til at gera tað beint nú. Hinvegin heldur samgongan, at allir flokkar á Løgtingi eiga at seta seg saman sum skjótast at gera eina felags semju um Suðuroyartunnilin, og tey halda ikki, at tað er neyðugt at stovna eitt partafelag fyrr enn tann semjan er funnin.
Samgongan sigur, at tað krevjast drúgvar fyrireikingar, áðrenn farast kann undir eitt slíkt arbeiði.
Í hesum sambandi verður tað neyðugt at kanna, hvør besta linjuføringin er, umframt at fíggingarmøguleikar mugu kannast, og harafturat má greiða fáast á, hvørjar samfelagsligu avleiðingarnar fara at standast av at fara undir eitt so stórt arbeiði.
Tey í andstøðuni vísa á, at skal ætlanin um, at tað skal verða koyrandi til Suðuroyar í 2030, halda, hevur tað skund at fáa fyrireikingarnar frá hondini, tí so verður neyðugt at fara undir tunnilin longu í 2023.
Tí er tað er neyðugt, at stígur ikki kemur í, men at haldast kann beinleiðis fram at bora Suðuroyartunnilin, beinnanvegin tá ið tað er liðugt at bora Sandoyartunnlin.
Tey vísa á, at í sambandi við Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin, er tað partafelagið, sum hevur staðið fyri arbeiðnum at leggja til rættis, og at útvega fíggingina. Tí halda tey í andstøðuni, at tað er alt, sum talar fyri at partafelagið at gera Suðuroyartunnilin, verður stovnað nú.