Ætla at svimja seg fram um hini

Landsliðsvenjarin í svimjing hevur sett sær sum mál, at føroyingar um nøkur ár skulu verða besta oyggin, tá ið tað ræður um svimjing. Í ár stíla føroyingarnir eftir einum plássi millum fimm tey bestu

Føroyskir svimjarar hava ferð eftir ferð vunnið føroyingum heiðursmerki á Oyggjaleikunum, og stendur tað til landsliðsvenjaran í svimjing, so skulu føroyingar gerast besta oyggin innan svimjing um nøkur ár.
? Tað ræður um at seta sær nøkur mál fyri framtíðina, og hóast eg ikki havi gingið og rópt hart um hetta, so ger tað einki, um vit onkuntíð siga tað. Vit skulu stíla eftir at gera best á Oyggjaleikunum um nøkur ár, sigur Petur Heðin á Fløtti, sum seinastu tvey árini hevur verið landsliðsvenjari í svimjing.
Hann er sjálvur ein av føroysku svimjarunum, sum hevur eina gylta fortíð á Oyggjaleikunum, og hann ætlar at stríðast fyri eini støðugari menning innan føroyska svimjing.

Seta føroysk met
Lopið til at gerast besta svimjitjóðin á Oyggjaleikunum skal ikki takast í einum.
? Í ár fara vit leggja okkum eftir at blíva nummar fimm í samanløgdu støðuni í svimjing. Men vit stíla eisini eftir, at allir átta svimjararnir á liðnum seta føroysk met undir Oyggjaleikunum.
? Landsliðssvimjararnir hava ongantíð áður verið so væl fyri, sum teir eru nú, og tí kunnu teir allir seta føroysk met. Teir hava evnini og formin til at gera tað. Vit hava havt støðugt landsliðsarbeiðið í tvey ár nú, og tað ger sjálvsagt svimjararnar betur, sigur Petur Heðin á Fløtti.
Hann heldur, at tað tykist sum um svimjararnir stórtrívast í løtuni, og gongur alt upp í eina hægri eind á Oyggjaleikunum, so ber til at røkka einum sera góðum úrsliti.

Sera tøtt kapping
Føroyska svimjilandsliðið er fyrst og fremst mannað við svimjarum, sum hava verið við til Oyggjaleikir áður. Einasti nýggi svimjarin á liðnum er Malan Mikkelsen.
? Hetta er elitan í føroyskari svimjing í løtuni. Eivind, Dia og Ásbjørn ætla sær at gera ein ordiligan vørr, áðrenn teir gevast, og hinir svimjararnir vita eisini, hvat skal til, sigur landsliðsvenjarin.
? Kappingarnar á Oyggjaleikunum eru sera tættar, og tí kann alt tapast upp á ein vánaligan start ella eina miseydnaða vending. Men um vit sleppa undan mistøkum, so kunnu vit fáa nógv góð úrslit.
Petur Heðin á Fløtti heldur, at Oyggjaleikirnir eru ein góð kapping hjá føroyskum svimjarum.
? Á Oyggjaleikunum kunnu føroyskir svimjarar verða við heilt har frammi, og tað er spennandi. Í HM ella EM kanst tú koma út fyri, at tú endar sum nummar 40 av 50 svimjarum. Tí haldi eg, at Oyggjaleikirnar hava nógv at siga hjá føroyskum svimjarum, sigur landsliðsvenjarin.

Svimjarar:
Eivind Eysturoy
Kristoffur Hentze
Dia Jacobsen
Andrass Thomsen
Ásbjørn Hansen
Benthe S. Andersen
Shaila millum Garðarnar
Malan Mikkelsen